18. februar 2021

Landsfundur Miðfloksins

Landsfundurin verður á skúlanum á Fossanesi 12. mars

Landsfundur Miðfloksins verður í ár hildin í skúlanum á Fossanesi 12. mars, ársdagin fyri at korona legði landið lamið. Síðan tá er landsfundurin útsettur tvær ferðir, so vit vóna, at 12. mars verður dagurin, tá landsfundurin hesa ferð kann verða hildin.

Fundurin er settur at byrja kl. 17.00, men frá kl. 16.00 er matur at fáa.

Umframt vanligu mannagongdirnar sambært viðtøkunum, koma Jenis av Rana, Bill Justinussen og lokala bragdið Steffan Klein Poulsen at greiða frá politiska arbeiðinum. Eisini verður andakt og sangur á skránni.

Miðjað verður eftir, at fundurin er lokin kl. 20.00. Eftir fundin verður borðreitt við døgurða.

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!