22. september 2019

SAMHALDSFASTI OG SKATTASKIPANIN

Stóra misskiljingin er, at samhaldsfasti ikki er eins samhaldsfastur tann pensjónsskipanin, sum hann ætlandi skuldi avloysa.

Stóra misskiljingin er, at samhaldsfasti ikki er eins samhaldsfastur tann pensjónsskipanin, sum hann ætlandi skuldi avloysa. Okkara skattaskipan var, inntil Samhaldsfasti sá dagsins ljós, grundarlagið undir fólkapensjónini.

Í okkara skattaskipan er tað galdandi, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Tað merkir, at tey, sum hava hægstu inntøkurnar, gjalda lutfalsliga mest í skatti. Lutfalsliga merkir í prosentum.

Altso: ein, sum hevur inntøku á 800.000, rindar 20% í landsskatti av 800.000.

Meðan ein, sum hevur inntøku á 400.000, rindar 15% í landsskatti av 400.000.

Við øðrum orðum rindar tann hálønti 25% í landsskatti av teimum seinnu 400.000 krónunum.

Eisini er tað galdandi viðvíkjandi landsskattinum, at tær fyrstu 65.000 krónurnar eru skattafríar.

Alt hetta merkir, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.

Fólkapensjónin verður goldin úr landskassanum, sum verður fíggjaður sambært omanfyristandandi meginreglum. Eisini í útgjaldinum er fólkapensjónin meiri samhaldsføst enn samhaldsfasti. Tí fólkapensjónin er samansett av grundarupphædd og viðbót. Øll fáa grundarupphædd, meðan bara tey, sum ikki hava aðra inntøku, fáa viðbót. Sostatt fáa tey, sum gjøgnum lívið hava havt høga inntøku, ikki viðbót, men bert grundarupphædd.

Við øðrum orðum er fólkapensjónin dupult samhaldsføst, tí hon er bæði samhaldsføst, tá peningurin verður tikin inn og tá hann verður goldin útaftur - eftir meginregluni um, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.

Viðvíkjandi Samhaldsfasta er tað heilt øðrvísi. Har gjalda øll eins inn. Tann, sum vinnur tværi milliónir, rindar 3% og tann, sum vinnur 10.000 krónur, rindar 3%. Altso nógv minni samhaldsfesti enn í skattaskipanini. Tá øll rinda eins nógv inn lutfalsliga, er ikki talan um, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.

Og viðvíkjandi útgjaldinum er sama skilið. Øll fáa líka nógv út. Tann, sum hevur havt høga inntøku gjøgnum lívið og hevur høga pensjón, fær sín part av Samhaldsfasta og tann, sum hevur havt lága inntøku gjøgnum lívið og onga aðrar pensjón hevur, fær sama part av Samhaldsfasta. Eisini her er Samhaldsfasti minni samhaldsfastur enn vanliga fólkapensjónin, har tann, sum er verri fyri, fær meiri, enn tann, sum er betri fyri.

Bill Justinussen
 

Tíðindi

5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.
2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?