9. apríl 2025

Hvar var Miðflokkurin

Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?

NIÐANFYRI AVRITAÐA SPURNINGIN FEKK EG, AFTANÀ AT VERÐA KOMIN HEIM AV ÍSRAELSFUNDI Í KVØLD:
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?


Her er svarið Jenis av Rana sendi til viðkomandi:


--------------------------------------------------

Góða X

talan var um eitt formansorðaskifti- og formaður Miðfloksins sendi fyriskiparunum eina avlýsing kl. 16.16 við hesum orðum: "Vegna bráíkomnar umstøður ber okkum tíverri ikki til at taka lut á fundinum í kvøld".

Bráíkomnu umstøðurnar vóru, at júst tá frættist á sosialu miðlunum, at ófriðarkroppar høvdu ætlanir um at gera seg inn á ísraelsku gestirnar, sum vóru við á fundinum hjá "vinum Ísraels í Føroyum"(og tað gjørdu teir eisini).

Hesin fundurin var kl. 19.00- tvs. somu tíð sum pensiónsfundurin var.

Tá var eingin ivi hjá mær og Miðflokkinum at raðfesta umaftur og vísa Ísrael og Ísraelsku vinum okkara okkara fulla stuðul!

Ein avbera góður fundur- men ein ræðulig skomm, at vit sum samfelag loyva uttanífrákomnum búrkroppum at sleppa at gera seg inn á gestir okkara!

Tíðindi

1. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis
Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.