24. juni 2019

Harmaljóð ljóðar um miðnámstilboð

Grein 52 a fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum.

Grein 52 a fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum.

Hvussu fer landsstýriskvinnan at tryggja framhaldandi miðnámstilboð til tey fáu børn við serligum tørvi, sum enn ikki hava fingið bjóðað pláss á teim serbreytum tey hava søkt inn á?

Viðmerkingar

Harmaljóð ljóðar í hesum ríku tíðum frá børnum við serligum tørvum og foreldrum teirra, tí hesi hava fingið avslag uppá umsóknir um framhaldandi skúlamenning og eftir øllum at døma verða skyld frá vinfólkum sínum og mugu lata sær lynda ansingar- heldur enn menningar og skúlatilboð.

Hendan gongdin er jú í størstu andsøgn við politisku og samfelagsligu ætlaninar seinnu árini, har menning og sjálvbjargni hava verið aðalmál fyri eisini hendan bólkinum av samfelagsborgarum. Og líta vit at fólkaskulalógini, fyri ikki at siga Barnarættindar-sáttmálanum hjá ST, ið Føroyar hava undirskrivað, so eru hesi ungu so sanniliga eisini fevnd av tí rætti, hesi tryggja.

Jenis av Rana
Løgtingsmaður f. Miðflokkin

Tíðindi

15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…