Er Miðflokkurin nú ein ultra-høgraflokkur?
Miðflokkurin er framvegis tann einasti flokkurin, sum hevur góðan og tryggan virðispolitikk í sínari stevnuskrá. Hinir flokkarnir í Føroyum lata virðispolitikkin upp til “tilvildina”.
Tað verður dúgliga kjakast um tann “nýggja” politiska ásin, har virðispolitikkurin hjá ymsu
flokkunum verður plaseraður til vinstru og høgru. Gamaní er virðispolitikkurin farin at fylla meira
hesi síðstu árini, men Miðflokkurin hevur havt púra greið stevnumið innan virðispolitikkin í fleiri
áratíggju nú.
Tað bleiv avgjørt heilt afturi í 1991 at seta Miðflokkin á stovn. Og sum tað liggur í navninum, so
bleiv Miðflokkurin plaseraður mitt í teir klassisku ásarnar, bæði viðvíkjandi loysing/samband og
borgarligur/sosialur.
Ikki tí at hesi eru týdningarleys mál, tvørturímóti, men Miðflokkurin valdi at raðfesta øðrvísini enn
hinir flokkarnir. Miðflokksmenn og kvinnur sóu týdningin av at varðveita og viðlíkahalda tey virði,
sum eru undirstøðið undir klassisku politisku krossskipanini. Hetta ger Miðflokkin til ein serstakan
flokk.
Tann grundleggjandi spurningurin!
Vit kunnu gera hetta meiri ítøkiligt, við at seta sera grundleggjandi spurningin innan virðispolitikk:
skal lítla barnið hava rætt til lívið ella ikki?
Byrja vit við Miðflokkinum, so er ongin slingur í valsinum av tí at stevnumiðið er so greitt. Lívið
skal verjast frá gitna til náttúrligan deyða. Punktum. Hetta vísur flokkurin eisini í verkið. Ikki bara við
at siga noy til fría fosturtøku, men eisini við ítøkiligum lógaruppskotið, sum tryggjar øllum
føroyingum rættin til lívið.
Framsókn hevur hinvegin valt eitt heilt annað stevnumið. Leiðslan í flokkinum avgjørdi at øll í
flokkinum skulu taka undir við fríari fosturtøku upp til 12. viku. Hendan avgerðin bleiv tó tikin so
seint sum í 2025, men verður ikki útførd í praksis...enn.
Allir hinir flokkarnir lata grundleggjandi spurningin um rættin til lívið, upp til tann einstaka
politikkaran, men hvussu sær hetta út í verki?
Flokkarnir til vinstru, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið, eru so at siga fyri fríari fosturtøku, um vit
hyggja at hvussu teirra løgtingsfólk hava stemmað. Og tað er ongin loyna at vinstraflokkarnir
kroysta sínar tingbólkar til at hava hesa støðu, hóast tey billa almenninginum inn, at tað er upp til
hvønn einstakan at taka avgerð í etiskum málum. Hesin arbeiðshátturin hevur ført til at bert tvær av
fimtan atkvøðum vóru ímóti fríari fosturtøku á tí annars “solidariska” veinginum.
Hyggja vit til tann borgarliga veingin er tað sjón fyri søgn at Sambandsflokkurin er farin í tvíningar
í hesum álvarsmáli...
Gamaní stendur Fólkaflokkurin saman um at stemma ímóti fríari fosturtøku, men hvat er
Fólkaflokkurin so fyri? Bert tvey av seks løgtingsfólkum, í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum,
stemmaðu fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum, um at tryggja øllum føroyingum rætt til lív. So hvat
Fólkaflokkurin vil seta inn ístaðin fyri fría fosturtøku er ein ósvaraður spurningur.
Samanumtikið
Um virðispolitiska ásin nú skal brúkast, so má ‘Mið’flokkurin væl plaserast heilt uttast til høgru, tí
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava als ikki eina greiða støðu innan virðispolitikk...men noy,
Miðflokkurin er ikki ein ultra høgraflokkur.
Miðflokkurin liggur framvegis mitt í klassisku krossskipanini og leggur fyrst og fremst orkuna í at
varðveita og endurbyggja grundina – eitt nú rættin til lívið – og hareftir at føra borgarligan og
sosialan politikk, oman á hesa tryggu grundina, sum gera Føroyar sjálvbjargnar og góðar at búgva
í.
Allir flokkar áttu sjálvsagt at verið samdir um at byggja á hesa góðu grundina, men vinstra-sosiali
vongurin er farin av leið, meðan høgra-borgarligi vongurin er farin at ridla innan virðispolitikk. Um
slík semja var ein sjálvfylgja, so hevði tað ongantíð verið neyðugt at stovna Miðflokkin. Men við tí
veruleika vit standa í, so er tað ein sannroynd, at Miðflokkurin ongantíð áður hevur verið so
viðkomandi sum nú.
Miðflokkurin er framvegis tann einasti flokkurin, sum hevur góðan og tryggan virðispolitikk í sínari
stevnuskrá. Hinir flokkarnir í Føroyum lata virðispolitikkin upp til “tilvildina”.
Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin