5. januar 2026

Spyr um moskur í Føroyum

Jenis av Rana hevur sett løgmanni fyrispurning háaktuella evnið um moskur í Føroyum.

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari:  Aksel Johannesen, løgmaður
Evni: Fremmand trúarsúmbol í Føroyum

Spurningar: 

Hvørjar eru mannagongirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Krevjast umsóknir til slík og um so er hvørjar og til hvønn?


Hvørjir møguleikar fyri at avmarka ella  forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum eru í Føroyum?
Hevur Løgmaður/ Landsstýrið ætlanir um at at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?


Viðmerkingar.


Seinastu tíðina hava tíðindi borist um ætlanir um staðseting av sonevndari mosku í Føroyum. Hesi tíðindi eru m.a. grundaði á eina almenna lýsing eftir hølum, muslimskum hølum til djúphugsan og fráboðan, og um stovnan av einum felag við sama endamáli (Center for muslimsk meditationshus).

Hesi tíðindi hava skapt rúgvismikið kjak millum manna, har nøkur fegnast meðan mong harmast, óttast og ávara. Hesi ávara móti at opna dyr fyri einari fremmandari ideologi, sum slík hølir, sum í longdini kunnu hugsast at enda sum moska, fara at umboða.

Meðan tey, ið tala fyri, tosa um fordómar og ótolsemi, vísa tey, ið tala ímóti, á royndir úr granna- og øðrum londum. Har verða ávirkanir og fylgjur av slíkum deplum og moskum sagdar verða beinleiðis vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina. Víst verður á ávirkan frá fremmandum tjóðum gjøgnum fíggjarligan stuðul til bygging og rakstur av moskum, og beinleiðis verður slíkar ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri tillaging (integratión).

Á Løgtingi, 04.01.2026
Jenis av Rana

Tíðindi

23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…
22. januar 2026
Málið um moske´ir heldur áfram
Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?