19. juni 2025

Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki

Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!

Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!

Tølini á myndini eru frá nýggjastu hagtals-frágreiðingini hjá Føroya Politi fyri 2024. Tað er syrgiligt
at síggja hesa gongdina og vit kunnu ikki lata standa til. Sambært Løgregluni so er tað serliga
barnaporno sum er orsøkin til stóra vøksturin.

Kynslig missnýtsla av børnum er ein ræðulig gerð. Bæði um tað verður gjørt í tí dulda ella lagt út á
internetið. Samstundis hoyra vit at brotsmenninir, sum missnýta børn á hendan hátt, fáa ein sera
linan dóm. Sum Løgtingsmaður vil eg gera mítt fyri at revsingin stendur í mát við hesar óndu gerðir
ímóti óskyldigum børnum.

Í samband við sakir um barnaporno er vert at skoyta uppí, at revsingin sum brotsmenninir fáa,
oftani er styttri enn ta tíð tað tekur hjá føroyskum politistum at hyggja barnapornografiska tilfarið
ígjøgnum! Og tað er ikki tespiligt tilfar at skula fara ígjøgnum.

Eg vil eisini tryggja mær at Føroya Politi hevur tey neyðugu amboðini til at finna fram til
brotsmenninar. Tøknin mennist við rúkandi ferð, sum ger tað lættari hjá brotsmonnum at fjala
barnaporno, um Føroya Politi ikki fær dagførdar heimildir og dagførd amboð til uppgávuna.

Samstundis eru børn sera útsett fyri sjálvi at koma fram á porno og gerast bundin av hesum. Hetta
gevur teimum eina fullstendiga forkvaklaga mynd av samlívinum millum mann og konu.
Harumframt blíva tey enn meira útsett fyri kynsligari missnýtslu, tí hetta verður normalisera av
porno-ídnaðinum.

Foreldur hava eina stóra ábyrgd hesum viðvíkjandi, men sum Løgtingsmaður, haldi eg ikki at vit
sleppa uttanum, at landsmyndugleikin ger enn meira fyri at verja børnini ímóti hesum ræðuleikum.

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður

Tíðindi

15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…