8. januar 2025

Mobilepay loysn til Føroya

Steffan vil vita um Mobilepay er á veg til Føroyar

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Mobilepay loysn til Føroyar

Spurningar:
1. Veit landsstýrismaðurin, um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroya?

2. Eru nakrar løgligar forðingar fyri, at Mobilepay ella ein líknandi loysn kemur til Føroya?

3. Eru aðrar forðingar fyri at ein slík loysn kemur til Føroya?

4. Kunnu føroyskir útisetar brúka Mobilepay við føroyskari bankakontu í dag?

Viðmerkingar:
Mobilepay er blivin ein integreraður partur av gerandisdegnum hjá dønum. Teir kunnu lættliga flyta pengar við appini. Ja líka so lætt sum tað er at senda eitt sms. Og pengarnir koma fram eftir nøkur fá sekund. Hetta ger gerandisdagin hjá dønum munandi lættari. Serliga hjá privatfólki og smærri vinnurekandi.

Fyri at seta tað inn í ein føroyskan samanhang, so vildi ein slík loysn millum annað lætt nógv um hesar støðurnar: tá innandura tímin skal gjaldast av 8-10 spælarum. Tá ein skal keypa okkurt frá einum sølubási á marknaðardegi. Tá vinabólkurin skal rinda fyri matin á matstovuni og so framvegis.

Tann 18. november 2016 kundi lesast í grein á in.fo, at BankNordik (nú Føroya Banki) fór uppí samstarv við Mobilepay. Hetta bleiv tó av ongum.

Tann 29. september 2021 hoyrast tíðindi í Kringvarpi Føroya um, at føroyskir útisetar, sum brúka Mobilepay, ikki kunnu gera hetta longur við føroyskari bankakontu.

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 7. januar 2025
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?