4. januar 2025

Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til, so tapa børnini. Og tað dyggiliga!

Eg var sera positivt yvirraskaður av hesum orðunum hjá Løgmanni, tí tey kundu tað sama verið míni egnu.

Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til, so tapa børnini. Og tað dyggiliga!


“Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn bæði vit og børn okkara. Tað kann tykjast sum eitt
ógjørligt stríð. (...) Vit vaksnu mugu taka ábyrgdina. Og eitt er vist: lata vit standa til, so tapa børnini” (tvey
brot úr nýggjársrøðuni hjá Løgmanni).


Eg var sera positivt yvirraskaður av hesum orðunum hjá Løgmanni, tí tey kundu tað sama verið míni egnu.


Tað er ongin ivi í mínari sál um, at vit mugu gera meira fyri at verja føroysku børnini ímóti áganginum frá
talgilda heiminum. Tey eru als ikki búgvin at møta tí, sum liggur har úti.


Løgmaður nevndi ítøkiliga, at telefonin (eg lesi snildfon) skal bannast í skúlanum, hesum taki eg undir við,
men tað eru nógv fleiri tiltøk, sum skulu setast í verk eftir mínum tykki. Tí eitt er ímeðan tey eru í skúla, men
hvussu er so í teirra frítíð, tá tey koma heim til sin sjálvs ella onnur vinfólk? Tað er blivið alt ov vanligt at
síggja børn við einari snildfon ella einum teldli í hondini. Avgerandi leikluturin hjá foreldrunum skal tí eisini
setast á breddan.


Eg vil tí heita á Løgmann, umframt at banna snildfonini í skúlanum, at eisini seta hesi tiltøk í verk:


 Gera góð og greið tilmæli til foreldur um teirra børn og talgilda heimin.
 Seta aldursmark á sosialar miðlar, sum floymir við alskyns óhóskandi tilfari til børn
(hetta setti Løgmaður sjálvur spurning við í sínari røðu).
 Gera enn fleiri miðlaátøk til ung og vaksin um skilagóða atferð á netinum.
 Seta krøv til pornografiskar og aðrar óhóskandi heimasíður um, at teirra brúkarar skulu vátta sín
aldur við samleikaprógvi, soleiðis at børn undir 18 ár ikki sleppa til hetta óhóskandi tilfarið.


(Alternativt: at brúka Samleikan, ið Talgildu Føroyar hava ment, sum eina læsta hurð til hesar
heimasíður, har bert tey, sum eru 18 ár ella eldri sleppa ígjøgnum).


Tað kunnu uttan iva leggjast enn fleiri tiltøk afturat hesum listanum. Tað sum er umráðandi, er at vit taka
avbjóðingarnar við talgilda heiminum í størsta álvara!


Eg eg velji at taka Løgmann uppá orðið. Hann fer ikki at lata standa til, so at børnini tapa.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður

Tíðindi

8. januar 2025
Mobilepay loysn til Føroya
Steffan vil vita um Mobilepay er á veg til Føroyar
10. desember 2024
Progressiv framgongd er primitiv framgongd
Summi ... hava tó víst á, at Føroyar er eitt ov stirvið og konservativt samfelag.
8. november 2024
Býráðslimir mugu eisini verja borgaran, tá tað almenna svíkur!
Hvat ger Miðflokkurin við hesar trupulleikar?
30. oktober 2024
”Um bert einki Ísrael var”.
Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men ... ”Gloyma” 7. oktobur 2022.
21. oktober 2024
Okkara hjartamál
Umboð Miðfloksins fara miðvíst at virka fyri: