8. november 2024

Býráðslimir mugu eisini verja borgaran, tá tað almenna svíkur!

Hvat ger Miðflokkurin við hesar trupulleikar?

Býráðslimir mugu eisini verja borgaran, tá tað almenna svíkur!

Tað almenna svíkur t.d., tá ungir føroyingar, enntá ómyndug børn, verða tvingsilssendir av landinum, uttan at heilsa ella førleikar eru hótt!

Og tað almenna svíkur eisini, tá lógir verða gjørdar, sum ikki umfata veikar borgarar. Her er lógin um at veita stuðul til sálarhálp eitt grovt dømi. Hendan røkkur ikki børnum og ungum yngri enn 15 ár, men bert borgarum frá 15- 25 ár. Og hetta er, hóast sálarlæknar og sálarfrøðingar frá byrjan av heittu á politiska myndugleikan um at orða lógartekstin so, at børn frá ár 0 vórðu fevnd av henni, tí: ”sálarsjúkur raka allar aldrar og mugu finnast og viðgerast frá degi eitt- og ikki frá árinum 15.”

Hvat ger Miðflokkurin við hesar trupulleikar?

Jú- Miðflokkurin lovar, at verða vit partur av Býráðunum, har vit stilla upp, t.e. í Klaksvík og Havnini, vilja vit virka fyri at tryggja børnum og ungum fullan stuðul til sálarliga hjálp, frá fyrsta degi teimum tørvar hesa. Vil landið ikki veita neyðuga stuðulin, so skal kommuna teirra binda seg til at veita hendan!

Og Miðflokkurin lovar, at vit, aftur og aftur, bæði í landspolitikki og býráðspolitikki, av øllum alvi fara at tala at og virka fyri, at onki barn og ongin ungur føroyingur verður tvangsfluttur heiman, uttan at hetta læknaliga verður mett livs- og bráneyðugt! 

Vegna Miðflokkin,

Jenis av Rana,

Formaður Miðfloksins- og valevni til Býráðið í Havn

 

ps: longu komandi hósdag verður uppskot frá Miðflokkinum, um fíggjarligt ískoyti til persónar í aldrinum 0 til 25 ár til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, viðgjørt á Løgtingi. Hetta er ein roynd at fáa tað almenna at veita stuðul frá degi eitt, soleiðis sum sálarlæknar og sálarfrøðingar mæltu til. Til hetta vónandi verður samtykt og sett í verk, fara vit sum nevnt at virka fyri, at kommunan hja tí sjúka veitir neyðuga stuðulin.

 

Tíðindi

30. oktober 2024
”Um bert einki Ísrael var”.
Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men ... ”Gloyma” 7. oktobur 2022.
21. oktober 2024
Okkara hjartamál
Umboð Miðfloksins fara miðvíst at virka fyri:
18. oktober 2024
Mál og lyfti Miðfloksins til Býráðsvalið 2024!
Miðflokkurin stillar upp við 8 valevnum til býráðið í Tórshavnar Kommunu.
8. oktober 2024
Uppstillingarfundur
Miðflokkurin skipar fyri almennum uppstillingarfundi hósdagin kl 17.00
13. september 2024
Asfalteringin í tunlunum norður um fjall
Steffan spyr um asfalteringin í tunlunum norður um fjall