18. oktober 2024

Mál og lyfti Miðfloksins til Býráðsvalið 2024!

Miðflokkurin stillar upp við 8 valevnum til býráðið í Tórshavnar Kommunu.

Mál og lyfti Miðfloksins til Býráðsvalið 2024!
 
 
Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi
og egin áhugamál!
Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk verða raðfest og tryggjað, so ongin dettur niðurímillum
Hjartað verður sett fremst í samskiftinum við borgaran. Kommuna er fyri ØLL og má rúma
ØLLUM!
Ein beinleiðis linja verður sett á stovn, sum tryggjar, at borgarin fær fatur á kommununi og
verður hoyrdur- og vegleiddur í ivamálum.
 
 ---                                                                                                                           
 
Kommunan tryggjar ókeypis sálarfrøðihjálp til borgarar sínar undir 15 ár, sum ikki fáa hesa
goldna av skipan landsins.
Kommunan tryggjar, at ongi ung ella børn verða send av landinum í fremmand lond og
umhvørvi vegna aðrar enn lívshóttandi orsøkir!
Kommunan virkar við í yvirtøkuni av Norðurlandahúsinum á føroyskar hendur, útbygging av
hesum til Tjóðleikhús og bygging av Parkeringshøll undir tí nýbygda.
 
---                                                                                                                          
 
Barnafrádrátturin hækkar eyka fyri hvørt barnið, fleiri enn tvey.
Frítíðarkort verða veitt børnum og ungum at brúka til tænastur í kommuni, t.d. svimjihøll,
bókasavn, ítrótt, tónleik, skóta v.m.
Starvsfólk á barnamenningarøkinum skulu kunna arbeiða 30/70, tvs. at  30 % er “egintíð” og
70 % av tíðini er saman við børnunum.
Tað eiga ikki at verða fleiri enn 4 børn í aldrinum 1-3 ár pr. vaksin í vøggustovum/dagrøkt. 
Viðgerðar- og sosialir stovnar skulu veita menniskjaligt uppmerksemi, nærveru og áhuga
heldur enn sissandi og bindandi heilivág.
 
 
---                                                                                                                            
 
Skipanin “Barn” skal veitast út og tillagast føroysk viðurskifti, so at tilmelding av børnum til
dagstovnar gerst smidligari.
Børn, sum bera brek ella hava serligan tørv, hava rætt til serkøna vegleiðing, stuðul og
hjálp, frá føðing og so leingi tørvur er á tí.
Hjálpartólamiðstøðin skal fáast at virka! Bíðitíð frá mánaðum til ár, meðan hin sjúki situr sum
fangar í egnum heimi, verður ikki góðtikin.
Rørðslutarnaði í rullistóli, sum í dag ikki fáa umlætting, tí lyftir á stovnum ikki virka, fáa
tryggaðan hendan rætt!
Hitastigini í svimjihøllini skulu hækkast, so at børn trívast í hyljunum. Um so er, at nýggja
svimjuhøllin er eins køld sum núverandi, skal hetta broytast. 
 
---                                                                                                                            
 
Virka verður fyri sosialum íbúðum við leigugjaldi svarandi til inntøku.
Allar grundleggjandi útbyggingar og tørvir mugu fylgja við vaksandi fólkatalinum.
 
--- 
                                                                                                                          
Virkishús og ungdómstilboð fyri ung mugu staðsetast í lokaløkjunum.
Nærdemokratið verður ment við borgarafundum í lokaløkjum.
Smábygdirnar í kommununi mugu hoyrast og tryggjast.

  
---                                                                                                                            
 
Stuðul verður veittur Sjósavninum til ætlaðu útbyggingina.
Kommunan má hava eitt djóraherbergi við atknýttum djóralækna.
 

Valevnini fyri Miðflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu:
Anna Margretha Otthamar, toymisleiðari
Jens Knudsen, tónleikalærari
Jenis av Rana, lækni
Kári Arge Kamminga, arbeiðsmaður
Matilda Sivertsen, sjálvstøðug vinnurekandi
Nikkel Heinesen, námsfrøðingur
Rani A. Skaalum, lærari
Vilhelm Hendrik í Skálanum, sølumaður

Tíðindi

8. november 2024
Býráðslimir mugu eisini verja borgaran, tá tað almenna svíkur!
Hvat ger Miðflokkurin við hesar trupulleikar?
30. oktober 2024
”Um bert einki Ísrael var”.
Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men ... ”Gloyma” 7. oktobur 2022.
21. oktober 2024
Okkara hjartamál
Umboð Miðfloksins fara miðvíst at virka fyri:
8. oktober 2024
Uppstillingarfundur
Miðflokkurin skipar fyri almennum uppstillingarfundi hósdagin kl 17.00
13. september 2024
Asfalteringin í tunlunum norður um fjall
Steffan spyr um asfalteringin í tunlunum norður um fjall