21. oktober 2024

Okkara hjartamál

Umboð Miðfloksins fara miðvíst at virka fyri:

Umboð Miðfloksins fara miðvíst at virka fyri:

- at hjartað verður sett fremst í samskiftinum við borgaran.

- at virðing og kærleiki til hin einstaka verður raðfest framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!

- at borgari undir 15 ár, sum ikki fær sálarfrøðihjálp goldna av skipan landsins, fær hesa goldna av kommunu sínari.

- at kommunan noktar at ung ella børn verða send í fremmand lond vegna aðrar orsøkir enn lívshóttandi!

- at barnafrádrátturin í kommunuskattinum hækkar eyka fyri hvørt barnið, fleiri enn tvey.

- at frítíðarkort verða veitt børnum og ungum til frítíðartilboð.

- at skipanin “Barn” verður tillagað føroysk viðurskifti, so tilmelding til dagstovnar gerst smidligari.

- at starvsfólk á barnamenningarøkinum kunna arbeiða 30/70, tvs. 30% “egintíð” og 70% saman við børnunum.

- at sosialar íbúðir við leigugjaldi svarandi til inntøku verða bjóðaðar teim, ið tørva.

- at børn við serligum tørvi fáa serkøna vegleiðing, stuðul og hjálp frá føðing og so leingi tørvur er.

- at smábygdirnar í kommununi verða hoyrdar og virdar.

- at hitastigini í svimjihøllini verða økt, so børn trívast í hyljunum.

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?