5. august 2024

Orkudrykkir til børn og ung

Í mai mánaði í ár viðtók Noreg, at børn undir 16 ár ikki skulu kunna keypa orkudrykkir. Bretland og Ungarn arbeiða eisini við hesum málinum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Orkudrykkir til børn og ung

Spurningar:
1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum?

3. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 18 ár?

4. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 16 ár?

Viðmerkingar:


Orkudrykkir eru komnir í andglettin í fleiri londum í Evropa. Pólland, Estland, Rumenia, Litava og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn undir 18 ár. Í mai mánaði í ár viðtók Noreg, at børn undir 16 ár ikki skulu kunna keypa orkudrykkir. Stóra Bretland og Ungarn arbeiða eisini við hesum málinum.

Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir eru høvuðpína, magapína, hjartabankan, ringur svøvnur, ekki og stress. Orsøkin er stóra innihaldið av koffein í orkudrykkjunum samanborið við vanliga sodavatn. Kroppurin hjá einum barni er væl minni enn hjá einum vaksnum og tolir tí ikki líka stórar mongdir av koffein.

Eitt nú danski læknin Thomas Krusenstjerna-Hafstrøm, sum arbeiðir á Aarhus Universitetshospitals børne- og ungeafdeling, skilir ikki, at danir ikki hava gjørt nakað við hendan trupulleikan. Hann vísur á, at vit ikki kenna langtíðar hjáárini av at drekka nógvar orkudrykkir (inntaka nógv koffein) í meðan ein stendur í vøkstri.

Fyrispurningurin verður settur fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við hetta málið í Føroyum.

Á Løgtingi, 2. august 2024
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!