29. juli 2024

– EG HAVI ALTÍÐ HUGSAÐ ØÐRVÍSI ENN ONNUR

– Eg eri nokkso høgravendur av natúr og gangi høgt upp í tey etisku virðini, sigur 28 ára gamli Aksel Kambssgarð Berg, sum er í floksstjórnini hjá Miðflokkinum

– Eg eri nokkso høgravendur av natúr og gangi høgt upp í tey etisku virðini, sigur 28 ára gamli Aksel Kambssgarð Berg, sum er í floksstjórnini hjá Miðflokkinum

Aksel Kambsskarð Berg er úr Havn og er útbúgvin lækni. Hann flutti til Føroya fyri gott trimum árum síðani, aftaná at hava nemt sær útbúgving í Keypmannahavn. Við síðuna av sínum dagliga starvi sum lækni, er hann virkin í Miðf lokkinum, og tað hevur hann verið síðan 2013.

Politikkur hevur altíð havt hansara áhuga, og hann byrjaði av álvara at engagera seg í politikki, meðan hann gekk í studentaskúlanum í Hoydølum. Aksel bleiv partur av ungmannafelagnum Ung fyri Mið­ flokkin, og tað gekk ikki leingi, og so bleiv hann formaður fyri felagið.

– Eg havi nokk altíð hugsað øðrvísi enn nógv onnur og verið
konservativur av lyndi. Eg haldi ikki, at konservativu sjónarmiðini hava fylt so nógv í almenna rúminum. Tí havi eg viljað verið ein rødd fyri hesi sjónarmið og umboða tann vongin, sum hugsar meira kristi­konservativt, fortelur Aksel, sum eisini stillaði upp til seinasta løgtingsval.

Etikkur og búskapur

Politiskt eru tað trý ting, ið fylla mest hjá Aksel – tað búskaparliga, heilsu­ politiska og virðispolitiska.

– Eg eri nokkso høgravendur av natúr. Gangi høgt uppí, at fíggjar­ politikkur er rættvísur, at tað generelt koyrir væl í samfelagnum, og at fólk ikki rinda for nógv í skatti. Heilsu­politikkur fyllir eisini nógv hjá mær, og frá mínum starvi sum lækni veit eg, at har eru sera nógv ting, ið kun­ nu broytast og betrast.

– Eg gangi eisini høgt upp í tey etisku virðini. Tað haldi eg vera øgi­ liga umráðandi, serliga fosturtøku­ málið, sigur Aksel K. Berg, sum eisini hevur verið partur av Føroya Pro Vita, ið arbeiðir fyri at verja ófødda barnið.

28 ára gamli havnamaðurin held­ ur tað hava stóran týdning, at tað kristiliga sjónarmiðið er umboðað í politikki.

– Onkuntíð verður kjakast um, hvørt tað er rætt at blanda religión og politikk. Eg haldi tað er umráðandi,
at hesin parturin av samfelagnum følir seg umboðaðan, og at tað er í lagi at hugsa øðrvísi, sigur hann.

Ein væl defineraður flokkur


Av teimum politisku flokkunum er Miðflokkurin tann flokkurin, ið best umboðar sjónarmiðini og virðini hjá Aksel.

– Eg haldi, f lokkurin er øgiliga væl defineraður og engageraður, tá tað kemur til tað virðispolitiska. Nógvir veljarar ganga høgt uppí, at tað ikki er eitt sekundært mál, og tí passar Miðflokkurin væl til mín.

Hvørt Aksel Kambsskarð Berg fer at stilla upp til næsta løgtingsval, veit
hann ikki beint nú. Hann er jú lækni, og tað er ikki bara­bara at fáa at rigga saman við politikki.

– Tað veldst alt um støðuna í lívi­ num til ta tíð. Vit fáa at síggja, sigur hann.

 

Grein í Sosialinum í ólavsøkublaðnum frá 19 juli 2024

Tíðindi

7. januar 2026
Er Miðflokkurin nú ein ultra-høgraflokkur?
Miðflokkurin er framvegis tann einasti flokkurin, sum hevur góðan og tryggan virðispolitikk í sínari stevnuskrá. Hinir flokkarnir í Føroyum…
5. januar 2026
Spyr um moskur í Føroyum
Jenis av Rana hevur sett løgmanni fyrispurning háaktuella evnið um moskur í Føroyum.
10. november 2025
Er Miðflokkurin eitt problem barn?
Av onkrari orsøk, so metir politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, at Miðflokkurin var flokkurin, sum voldi til stríð í samgonguni frá 2019…
29. oktober 2025
Rósa Tyril Gaardlykke fyri Steffan.
Í hesum døgum røkir Rósa Tyril Gaardlykke sæti á Føroya Løgtingi.
16. oktober 2025
Quo Vadis, Domine 
Hvat hevði Meistarin svarað?