28. juli 2024

– FÓLK KUNNU SAKTANS SKIPA SÍTT EGNA LÍV

– Eg haldi, har manglar ein breidri umboðan av kvinnum á tingi, sigur Rósa Tyril Gaardlykke, sum ætlar sær á ting aftaná næsta løgtingsval

Tað er øgiliga týdningarmikið, at man ger sína ávirkan galdandi, um nøkur ting kunnu forbetrast.

Soleiðis sigur 30 ára gamla Rósa Tyril Gaardlykke, sum til seinastu tvey løgtingsvalini hevur stillað upp fyri Miðflokkin.

Tað ætlar hon eisini at gera til næsta løgtingsval, og tað eru fleiri orsøkir til, at hon er farin upp í politikk.

– Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Og eg haldi, at mín demo­ grafiski bólkur er eitt sindur undir­ umboðaður í føroyskum politikki. Har eru ikki nógvar konservativar kvinnur á tingi í løtuni.

Rósa heldur, at kvinnurnar á løgtingi eru for samdar í mun til ta generellu kvinnuna úti í samfelag­ num.

– Eg haldi, har manglar ein breidri umboðan av kvinnum á tingi, sigur hon og sipar til konservativar kvinnur.

– Eg havi ikki altíð sæð meg sum konservativa. Men tað eri eg farin at gera nú. Tí eg haldi, at samfelagið er broytt í sambandi við nøkur grund­ leggjandi virði.
Tá hon skuldi velja ein politiskan f lokk, var Miðf lokkurin tann, ið um­ boðaði hana best.

– Miðf lokkurin er tann einasti, sum stendur saman um at verja ófødda barnið. Og at f lokkurin byggir á tað kristna grundarlagið er eitt fínt grundarlag fyri samstarvi.

– Tað einstaka málið, sum hevur havt størstan týdning fyri meg, er fosturtøkulóggávan. Eg kundi ongan­ tíð ímyndað mær at verið fyri fríari fosturtøku, tí tað stríðir ímóti mínari menniskjafatan, sigur Rósa.

Frælsi at skipa sítt egna lív

Umframt tað virðispolitiska eru onn­ ur mál, hon gongur høgt uppí.

– Mín grundhugsjón politiskt er ein trúgv uppá, at fólk í stóran mun kunnu skipa sítt egna lív, og at politikararnir ikki skulu blanda seg óneyðuga uppí. Tað haldi eg hevur manglað. Vit eiga at hava størri álit á, at fólk klára at taka egnar avgerðir um sítt lív, tað kunnu tey saktans, sigur Rósa Tyril Gaardlykke.

Hon heldur eisini, at fíggjarstýring
manglar, og at vit eiga at minka um bureaukratiið.

– Eitt annað hjartamál er, at peng­
arnir skulu fylgja barninum. Grund­ leggjandi er tað óheppið, at vit hava sett okkara samfelag upp, so tað er so
trupult at ansa sínum børnum heima, heldur enn at koyra tey á stovn ella velja aðrar ansingarloysnir. Eg hevði ynskt, at fólk høvdu størri frælsi til at skipa sín gerandisdag og familjulív.

– Uppgávan hjá landinum eigur í høvuðsheitum at vera at tryggja grundleggjandi rættindi hjá borgara­ num, umframt at traðka til, har tað er neyðugt, og har eigur man at foku­ sera á tey, sum veruliga hava tørv á hjálp. Kanska fokus er í so breitt í løtuni, sigur hon.

Um Rósu

Rósa Tyril Gaardlykke er gift, hevur fýra børn og familjan býr í Saltangará. Hon er útbúgvin sjúkrasystir og hev­ ur eisini ein master í heilsuvísind.

Til dagligt arbeiðir hon hjá RÓWT (fyrr “Megna títt lív”), har hon hjálpir og stuðlar ungum fólki við sosialum og sálarligum avbjóðingum.

Eisini er hon við til at fyriskipa G! Festivalin og er nevndunum hjá í Demokratia og Mammuhjálpini. Hon er eisini í nevndini hjá Miðflokkinum.

 

Grein í Sosialinum í ólavsøkublaðnum frá 19 juli 2024

 

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.