6. mars 2024

Valdagurin er dagur barnsins!

Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum

Stúran og ótryggleiki merkir daganar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum. Og tey mest óttafullu spyrja, hvat tað næsta verður, sum hesi, sum taka sær rætt til at ráða yvir lívi annara, fara at koma við. Kann hugsast, at næsta stig teirra verður at taka sama rætt, rættin til lívið, frá tí eldra og tí sjúka?

Sjálvsøkni í húnar hátt.

Hví finna menn og kvinnur, sum sjálvi hava fingið hægsta framíhjárætt menniskjans, rættin til lív, hví finna tey uppá at nokta øðrum henda sama rætt? Hvat fær tey at halda seg verða yvirmenniskju? Hví skipa tey ikki heldur ein verjugarð um barnið og foreldur tess? Hví brúka tey ikki av sínum yvirskoti at bjóða hesum børnum vælkomnum og skipa teimum trygg barna- og ungdómsár?

Svarið kann best samanfatast í einum orði- sjálvsøkni!

Valdagurin.

Men alt kjak og øll stúran, um hesa óhugnaligu degeneratión menniskjans, hevði verði óneyðug, um vit øll løgdu okkum í geyma og mintust, at: valdagurin er dagur barnsins.

Tað er á valdegnum, at tú og eg, sum velja, hava 100% møguleika at verja barnið.

Dagarnir aftaná validagin kann lættliga vera ov seint at rætta barninum hond, um tú ikki, saman við øðrum rætthugsandi, leggur lunnar undir trygd tess sjálvan valdagin!

Tí er valdagurin, tá hesin uprennur, tann nógv týdningarmesti av øllum døgum. Fyri barnið- og fyri teg!

 

 

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

Tíðindi

16. oktober 2025
Quo Vadis, Domine 
Hvat hevði Meistarin svarað?
3. oktober 2025
Um eftirskúlarnar Brúgvin og Føroya Eftirskúli á Tvøroyri 
Spurningar, áheitanir og viðmerkingar til Fíggjarlógaruppskotið 2025
30. september 2025
Lítla barn. Gævi tín bústaður var tann tryggasti á jørð.
19. september 2025
 Kvf, Galaxy og hamas
15. september 2025
Jenis spyr Jóhan um suðuroyarleiðina
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini