6. desember 2023

Steffan spyr Bjarna

Neyðhjálp til armenar úr Nagorno-Karabakh

Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Neyðhjálp til armenar úr Nagorno-Karabakh

Spurningar:
1. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki latið neyðhjálp til armenar úr Nagorno-
Karabakh?
2. Hevur landssstýrismaðurin ætlanir um at lata neyðhjálp til armenar úr
Nagorno-Karabakh?
3. Eftir hvørjum leisti letur landsstýrismaðurin neyðhjálp?

Viðmerkingar:
Tað hevur verið latin neyðhjálp til fleiri lond, sum eru rakt av kríggi og náttúruvanlukkum. Ukraina, Sýria og Turkaland, Afganistan, Ísrael og Palestina eru nøkur av londunum, sum hava fingið neyðhjálp úr Føroyum.
Ræðuleikarnir mótvegis armenum vóru í hæddini síðst í september í ár, tá ið Aserbadjan framdi eitt ógvisligt álopskríggj ímóti umstrídda økinum Nagorno- Karabakh. Hetta álopið og stóra flýggjanin hjá armenum úr hesum økinum, sum ein avleiðing av álopinum, var væl lýst í føroysku miðlunum. Landsstýrismaðurin hevur
tó ikki reagerað uppá hesa neyðstøðu, eins og hann hevur gjørt í fleiri øðrum syndarligum støðum kring heimin. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 6. desember 2023
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu