6. desember 2023

Jenis spyr Sirið

Málsviðgerðartíð av umsóknum um fyritíðarpensjón

Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Málsviðgerðartíð av umsóknum um fyritíðarpensjón

Spurningar:
1. Hvussu long var málsviðgerðartíðin av fyritíðarpensjónsmálum í 2022?
2. Hvussu long er málsviðgerðartíðin av fyritíðarpensjónsmálum í 2023?
3. Hvat ger Almannaverkið, tá ikki er gjørligt at fáa (ser)læknaváttan innan ásettu
málsviðgerðartíðina?
4. Hvussu hevur Almannaverkið tryggjað, at málsviðgerðin er í samsvari við
galdandi løgtingslóg og dóm hjá Føroya Rætti?

Viðmerkingar:
Í 2012 samtykti Løgtingið broyting í § 32 í pensjónslógini, ið m.a. hevði við sær, at
játtanardagurin fyri fyritíðarpensjón fór frá at vera umsóknardagurin til í seinasta lagi
hin 1. í fjórða mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevði móttikið umsókn um
fyritíðarpensjón. Grundgevingin fyri lógarbroytingini var at spara tí almenna pening
og at seta eina karensskipan í verk at forða fyri dupultveitingum.
Í vár varð dómur sagdur í Føroya Rætti, har Almannaverkið varð dømt
endurgjaldsskyldugt, tí málsviðgerðartíðin í fyritíðarpensjónsmáli hevði verið alt ov
drúgv. Dómurin staðfestir, at broytingin hjá Løgtinginum av játtanardegnum er ein
skerpandi umstøða í mun til at síggja til, at málsviðgerðartíðin er so stutt sum gjørligt.
Tá hetta sama mál í 2020 varð viðgjørt hjá Løgtingsins umboðsmanni, staðfesti
umboðsmaðurin, at tá Almannaverkið hevur eina avtalu við Serlæknafelag Føroya
um, at serlæknaváttan skal latast innan 8 vikur, hevur Almannaverkið skyldu at syrgja
fyri, at henda freist verður hildin – ella at skipa sínar arbeiðsgongdir soleiðis, at mál
kunnu avgreiðast, uttan at málsviðgerðin gerst óneyðuga drúgv.
Tað eru tó framvegis borgarar, ið hava søkt um fyritíðarpensjón í 2022, men enn ikki
fingið svar.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu Almannaverkið hevur broytt málsviðgerð av
fyritíðarpensjónsumsóknum grundað á niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni og
dóminum hjá Føroya Rætti, verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 6. desember 2023
Jenis av Rana

Tíðindi

23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!