4. desember 2023

Væl eydnaður og gevandi Landsfundur

Les frágreiðingina frá Landsfundi Miðfloksins her.

Frágreiðing frá Landsfundi Miðfloksins h. 02.12.2023

 

Landsfundur Miðfloksins hevur verið á Hotel Hafnia í dag. Gott og væl 60 lutakarar vóru á fundinum, har m.a. tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Leif Høj og Fimmbogi Poulsen tóku ikki við afturvali, og í nevndina fyri teir vórðu vald Aksel Kambskarð Berg og Mia av Kák Joensen. Valdir sum tiltakslimir vórðu Dànjal av Rana og Símun Hansen.

 

Gestarøðarar á ársins landsfundi vóru Bárður Larsen, lektari og løgfrøðingur og hjúnini Heidi og Erland Tvørfoss.

 

Bárður Larsen helt fyrilestur um m.a. mannarættindi. Hann vísti á, hvussu vit ov lættliga lata ST- ella aðrar altjóða sáttmálar, ásetingar ella tilmæli binda okkum sum tjóð. Hetta forðar mangan tí neyðug politiska kjakinum. Hann metti, at fyrst tá vit hava havt neyðuga kjakið innlendis, er støðan búgvin til at taka undir við slíkum sáttmálum- ella ikki.

 

Heidi og Erland vóru stødd í Ísrael tann 7. okober tá ið Hamas leyp á Ísrael. Á ein livandi hátt greiddu tey frá túrinum og upplivingum teirra. Eisini hava tey bæði stórt innlit í Ísraelsk viðurskifti, og kjakið frá áhoyrarunum um syrgiligu støðuna í Ísrael var lívligt.

 

Jenis av Rana greiddi í sínari formansrøðu frá týdinginum Miðflokkurin hevur í føroyska samfelagnum, millum annað við at vísa á søgulig avrik. Hann vísti á vandamiklu politisku kósina, ið verður hildin, har kristnu virðini miðvíst verða skúgvað til viks, har ongi sosial atlit verða víst og har ongin virðing verður víst arbeiðsskapandi vinnuni.

 

Kjakið millum luttakararnar var m.a. merkt av sokallaða skattalættanum. Víst varð á, at hesin als einki gevur teimum á lægstu rókum, meðan fíggingin av hesum lætta til tey ríku verður tikin inn frá øllum, eisini teimum, sum ringast eru stødd, teimum, sum ongan lætta fáa.

 

Fundarfólkið harmaðist um byrðarnar, ið lagdar verða á tey veikastu. Nevnd vórðu eykagjøldini á heilivág, á skúlabarnaflutning, á brennievni og orku- og á niðurlagingina av sálarfrøðiliga tilboðnum. Harmast varð um minkandi føðitølini og heitt varð á politikarar floksins um at skipa fyri serstøkum fíggjarstyrki til nýføðingar.

 

Samanumtikið ein væl eydnaður og gevandi fundur.

 

Skriva hava Ólavur í Geil, skrivari floksins og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.