17. oktober 2023
Alment tiltkak um fosturtøku
Hvussu skal fosturtøkulóggávan skipast í Føroyum er evnið á almennum tiltaki tann 18. oktober.
- Hvussu skal fosturtøkulóggávan skipast í Føroyum?
- Hvussu skipar mann eina fosturtøkulóg, ið tekur atlit til barnið?
- Eru nøkur undantøk, ið burdu givið loyvi til at fremja fosturtøku?
- Er fosturtøka í høvuðsheitum ein politiskur ella samfelagsligur spurningur?
- Fer tað at eydnast at finna politiska semju um eina fosturtøkulóg?
Hesar spurningarnar og nógv annað fara vit at umrøða komandi mikukvøld tann 18. oktober kl 20 í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Í løtuni arbeiðir politiska skipanin við at endurskoða fosturtøkulóggávuna og nógv bendir á, at hetta málið kemur at fylla meira í almenna kjakinum komandi tíðina.
- Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur, kemur at greina politisku støðuna og arbeiðið hjá Landsstýrinum við at endurskoða fosturtøkulógina.
- Umboð frá Pro Vita hava upplegg og hjálpa okkum at svara omanfyrinevndu spurningum.
- Aksel Berg, lækni, kemur at fortelja um fosturmenning og greiða frá núverandi fosturtøkulóggávu í mun til okkara grannalond.
Tiltakið byrjar kl 20.00 og øll eru hjartaliga vælkomin til Skótahúsið við Løkin í Runvík.
Tíðindi
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór-
politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!