12. september 2023

Góði Jógvan ...

... eg havi mínar royndir av fjølmiðlafólki, so eg velji at trúgva, at tú er skeivt endurgivin. Skrivar Jenis av Rana til Føroya Bisp

Í morgun sendi Jenis av Rana niðanfyri avritaðu "heilsan" til Føroya bisp, sum var skjótur at svara løgtingsmanninum, m.a. at: "eg svari innan rímiliga tíð onkursvegna".

Jenis svarar soleiðis aftur til viðmerkingina á Facebook:

- so nú bíði eg spentur eftir svari hansara til fyrst og fremst óføddu børnini, sum jú eru komandi føroyska ættarliðið .


Spurningurin til Føroya Bisp:

 
"Hey tit á Bispaskrivstovuni- eg vóni onkur tykkara kann víðaribera hesa heilsan til bisp:


Góði Jógvan- eg havi mínar royndir av fjølmiðlafólki, so eg velji at trúgva, at tú er skeivt endurgivin!


Kanst tú vinarliga, ikki bert yvirfyri mær, men fyrst av øllum sum ein heilsan til ófødda barnið frá Føroya biskupi- og til føroya fólk annars- avsanna niðanfyri endurgivnu orð?

atb.
Jenis

”Tað stutta av tí langa “Tað kann ikki vera politiska valdið, átrúnaðarliga valdið ella skipanin annars, sum skal taka støðu til, nær ein kvinna skal hava eina abort. Tað má kvinnan sjálv finna útav”, sigur Jógvan Fríðriksson, Føroya bispur, í nýggjum parti av poddvarpsrøðini “Vit hava tikið abort”. Frí abort? Hvat liggur í hugtakinum “frí abort”? ”

 

Enn hevur Bispur ikki læti frætt frá sær. 

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?