7. august 2023

Røðan hjá Steffan Klein Poulsen - sum tekstur

Yvirskipað vil eg siga at Løgmaður helt eina góða røðu. Løgmaður nart við nøkur sera umráðandi og álvarslig øki í okkara samfelagi, ......

Yvirskipað vil eg siga at Løgmaður helt eina góða røðu. Løgmaður nart við nøkur sera umráðandi og álvarslig øki í okkara samfelagi, sum eg festi meg við og komi at umrøða. Vanligi og lágpraktiski gerandisdagurin fekk eisini nógva rúmd og onkur av uppskotunum hjá Løgmanni tykjast áhugaverd.

Tað er tó sera umráðandi at grundin í samfelagnum, tey grundleggjandi virðini vit byggja á, eru tey røttu. Uttan eina góða og sterka grund, so skramblar alt saman fyrr ella seinni, sum vit byggja omaná grundina.

 

Heimsins besta barnaland

Løgmaður meldaði greitt út at:

Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland.

Fyri meg hevur tað verið eitt satt vælsignilsi at vaksa upp í hesum landinum. Familjan og bygdasamfelagið hava verið um meg, skúlin lært meg, samkoman uppbygt og leitt meg og eg kundi blivið við. Tað er eitt satt privilegium at veksa upp í Føroyum og tað halda uttan iva fleiri við mær.

Tað eru tó fleiri børn, sum eru svikin og beinleiðis útsett fyri ágangi. Tí er tað púra beint at Bjarni K. Petersen í stórstað álvara meldar út at grooming og sextortion (sexuelt misbrúk av børnum) skal revsast og steðgast. Børnini eru rein og óskyldig offur, sum vit mugu verja!

Hetta leiðir meg aftur til internetið, sum er pallurin fyri grooming í dag. Ja tað villa og ráða internetið. Dagsins “wild west” har lógloysi valdar. Eg havi brúkt nógva tíð og orku uppá at lýsa avleiðingarnar av porno á internetinum. Eitt samt Løgting hevur tíanbetur heitt á Landsstýrið um at gera nakað við hendan trupulleikan.

Men tíðindini um at børn eru blivin misbrúkt og forførd á internetinum, av vaksnum monnum, er enn ein óbehalig áminning um, at børnini mugu verjast á internetinum og allastaðni har tey eru. Snildfonin forstýrar ikki bara barnið inni í skúlastovuni. Noy snildfonin kann forstýra barnið fyri lívið, um tað sleppur at reika frítt á dagsins wild west, á internetinum, einsamalt.

Ófødda barnið!

Tað er tó ein ein annar grundleggjandi spurningur, sum líkasum liggur grivin enn djypri og tað er spurningurin um rættin til lívið. Tosa vit um børn, so kunnu vit ikki lata vera við at tosa um tann allar veikasta, sárbærasta og málleysa bólkin í okkara samfelagið: tey óføddu børnini.

Løgmaður og Føroya landsstýri kunnu ikki loyva sær at kalla okkara land fyri heimsins besta barnaland, um rætturin til lívið ikki er tryggjaður. Tá er rætta yvirskriftin: heimsins besta barnaland fyri tey útvaldu.

Listin (KVF)

Í byrjanini av røðuni segði Løgmaður at:

“Tað, vit gera, avdúkar hvørji vit eru. Hvørji vit vilja vera.”

Rætt hevur Løgmaður. Gerningar avdúka nógv um okkum menniskju. Um okkara karakter og moral. Eg haldi tó at orð einsamøll, tað vit siga, eisini avdúkar nógv um tað sum býr innanfyri. Og eg vil tí skoyta hesi kendi orðini uppí: Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av (Matt. 12,34b).

Tann stórsta “munnin” í okkara samfelagið eigur KVF. Teirra útvarps- og sjónvarpssendingar røkka út í hvønn krók í samfelagnum. Ein harðmælt og klár rødd, sum børn, tannáringar, vaksin og gomul hoyra. Hesin “muður” hevur tí eina sera stóra ábyrgd!

Hjarta á KVF tykist tó at hava verið fult av onkrum ónærisligum í summar og muðurin hevur tikið orð uppá tungu, sum ikki hoyra heima har. Nú hevði eg ætlað at biði um loyvi frá Løgtingsforkvinnuni at sitera ónærisligurheitirnar, men eg haldi ikki at tað sømir seg á hesum høga Tingið.

Sangurin eru nevniliga beinleiðis ónærisligur. Vemmiligir. Og at senda slíkt út til allar føroyingar, í bestu senditíð, líkist ongum! Hví hava okkara børn brúk fyri at hoyra ein so vemmiligan sang? Hvar gongur grensan fyri grooming?

Nógvir føroyingar hava tíðanbetur gjørt dundrandi vrøvl um hetta. Og sum politikkari føli eg tað eisini sum mína skyldu at tala at. Eg ivist stórliga í at KVF livir upp til sínar skyldir við at senda slíkt út til Føroya fólk. Hetta er ikki eitt eindømi.

Á hesum økinum er samgongan samd: listin skal ikki stýrast, men styrkjast.

Segði løgmaður í sínari røðu.

Er hetta kanska tann listin sum skal styrkjast?! Skulu vit veruliga brúka pengar uppá slíkt? Kann ein virkuligani loyva sær alt í listarinnar-navnið? Skal KVF senda alt tilfar út í luftina, sum kann bólkast undir list? Listin skal ikki stýrast. Nei, tað er í ordan, men skal øll list stuðlast við pengum og bestu senditíð?

Løgmaður segði eisini at:

Meðan ítrótturin tryggjar, at likamið er sunt – so tryggja mentan og list, at sálin er sunn.

Eg haldi ikki at omanfyri nevnda listin er sunn fyri sálina...tvørturímóti. Slíkir sangir og slík orð eru við til at normalisera tað ónormala og ónærisliga. Eins og Løgtingið er eitt tignarligt stað, so átti KVF, sum landsins fjølmiðil, at havt eina ávísa tign og hildi ein ávísan standard. Hetta er ikki til at fáa eyga á í løtuni.

Gerandisdagurin – javnvág

Fyri fleiri føroyingar fáa sendingarnar hjá KVF nógva rúmd í gerandisdegnum. Fleiri av sendingunum eru hóast alt góðar, men hvussu er, javnvigar gerandisdagurin hjá Føroyingum?

Mær dámdi væl myndataluna hjá Løgmanni við vágskálini í Vektarbúðini – um at finna røttu javnvágina, men sum Løgmaður so skilagott vísti á, so verður tað aldrin ein fullkomin javnvág í hesari tilveruni.

Í politikki kunnu vit tó royna at skapa eina so góða javnvág sum møguligt og í hesum sambandi nevndi Løgmaður fleiri áhugaverd tiltøk:

Arbeiðsvikan skal styttast. Argumentini eru nógv, bæði fyri og ímóti, men eg vil endurtaka áhugaverdu eygleiðingina hjá formanninum – Jenis av Rana – um at nógvar sjálv-avgreiðslur eru lagdar á borgarin og hava økt um arbeiðsbyrðuna. Umframt at tað eru ávísir fakbólkar sum illa klára 40 tímar í dag. Eitt áhugavert uppskot.

Lønarlyft til ávísar fakbólkar. Eg loyvi mær at ivast í at hetta skapar eina javnvág til komandi lønarsamráðingar...

Skattalætti. Hann er kærkomin, tí mørkini í skattaskipanini eru ikki dagførd í langa tíð.

Umhvørvið og veðurlag. Løgmaður tosaði um at troyta og verja náttúruna í javnvág. Eg meti at hugburðurin til umhvørvið gongur rætta vegin og eitt nú at víðka pantskipanina er gott, men eg stúri fyri at dómadagsprofetiir frá veðurlagsrørsluni koma at koyra fleiri javnvágir av lagið.

Rúsdrekka. Er tað nakað sum kann skapa ójavnvág í gerandisdegnum hjá einari familju, so er tað rúsdrekka. Tað er tí ikki til at skilja at samgongan hevur sett sær fyri at liberalisera rúsdrekkalógina.

Her eru bæði góð og ring tiltøk, sum Løgmaður og samgongan hava sett sær fyri at fremja. Miðflokkurin fer at forseta við sínum konstruktiva kritikki og royna at fáa málini at venda rættan vegin.


Her at enda. Løgmaður spurdi í sínari røðu:

Men hvat merkir tað, at vit eru Føroya fólk? Hvørji eru vit? Hvørji vilja vit vera?


Ja, hvørji eru vit føroyingar? Eg vil siga. Hygg tvørtur um vegin til Havnar Bio, so fært tú eina góða peiling av tí.

Tað er eingin loyna at tað eru kreftir í heiminum, sum ynskja at dylja yvir sannleikan og halda ávísar gerðir í myrkrinum. Hetta er blivið sera sjónligt í filmsbransjuni í seinastuni.

Tí eitt nú filmurin “Unplanned” fekk sera stóra mótstøðu og bleiv næstan ikki vístur í Evropa, orsaka av at hann avdúkaði hvussu Planned Parenthood (fosturtøku bransjan í USA) hekk saman. Men júst hesin filmurin hevði evropeiska premieru í Føroyum! Í Havnar bio!

Eg endurtakið: evropeiska premieru. Hví? Tí eitt stórt tal av føroyingum ynsktu so inniliga at síggja hann – síggja sannleikan júst sum hann er. Og síðani at handla út frá hesum sannleikanum og leggja góðu grundina í okkara samfelagi.

Hendan einstaka hendingin lýsir rættiliga væl ein stóran part av fjøldini í Føroyum!

Hetta er tann føroyingurin eg ynski at verða!

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.