7. august 2023

Yvirtaka Norðurlandahúsið

Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at yvirtaka Norðurlandahúsið.

(mynd frá kvf.fo)

Uppskot til samtyktar um at yvirtaka Norðurlandahúsið

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri yvirtøku av Norðurlandahúsinum og leggja fram møgulig lógaruppskot í hesum sambandi.

Viðmerkingar:

Endamál

Endamálið við uppskotinum er, at føroyingar skulu fáa fult ræði á Norðurlandahúsinum (NLH) í Føroyum. Ítøkiliga merkir hetta, at Føroyar yvirtaka allan raksturin av NLH og harvið eisini manna stýrið fyri NLH.

Orsøkin til hetta uppskotið um yvirtøku er, at onnur Norðurlond brúka NLH til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda.

NLH verður javnan brúkt til at ávirka børn, ung og vaksin í djúpt politiskum spurningum, sum Løgtingið hevur felt, ikki hevur tikið støðu til ella mál, sum føroyingar annars eru tvíbýttir í.

Tað sterkasta symbolið og mest ítøkiliga handlingin, sum lýsir júst hetta, er, tá NLH einaferð um árið tekur tað føroyska flaggið niður, fyri síðani at vinda Pride flaggið á stong. Merkið, sum umboðar allar føroyingar, verður vrakað, meðan eitt annað flagg verður lyft upp, sum umboðar eina ideologi, ið langt frá allir føroyingar taka undir við.

Í eygum føroyinga er NLH at síggja til ein almennur stovnur; onkur vildi sagt, "semi-almennurstovnur". Hesin "almenni stovnurin" hevur ein fantastiskan pall, sum húsar alskyns tiltøkum, eitt nú hátíðarligu nýggjarskonsertini, sum savnar føroyingar á hvørjum ári, fyri at nevna eitt dømi.

Tað er tó sera problematiskt, at hesin sami pallurin verður nýttur til at húsa tiltøkum, sum royna at ávirka grundleggjandi mentan og virði millum ung sum vaksin. Hesin stásiligi pallur og bygningur er tí at meta sum ein Trojanskur hestur, ið sær gott út uttan á, men innan í honum eru ófrættakend virði, sum ikki eiga at verða lirkað inn á hendan hátt. Tað eiga at vera føroyingar sjálvir,sum skapa og mynda mentanina í hesum landi.

 

Støðan í dag

NLH varð stovnað av Nordisk Ministerråd (NMR) og Føroya landsstýrií 1983. Tað gongur sjón fyri søgn, at føroyingar ikki hava ræðið á hesum stovni, tí Føroyar eiga bert ein fastan stýrislim. Tað eru tí ikki føroyingar, men umboð úr øðrum Norðurlondum, sum seta dagsskránna í NLH.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvussu nógv NLH kostaði at reka í 2022. Bert ein lítil partur av rakstrinum er fíggjaður úr landskassanum.

 

Hóast landsstýrið og tað føroyska stýrið fyri NLH sjálvi sleppa at stýra virkseminum eftir yvirtøkuna, nýtast tær 14,4mió. kr.,sum NMR fíggjar, ikki neyðturviliga at koma yvir á fíggjarlógina, tí tað verður møguleiki fyri at minka ella vaksa um virksemið hjá NLH. Sannlíkt ella ikki, so er tað eisini ein møguleiki,at NMR fíggjar ein part, hóast føroyingar fáa fult ræði á NLH.

Harafturat liggja 2,8 mió. kr. undir inntøkupostinum "Prosjektmidler fra NMR", sum eru bólkaðar undir aðrar inntøkur í talvuni omanfyri, umframt 100 tús. kr. frá landsstýrinum (“prosjektmidler fra FL”).

 

Á Løgtingi, 3. august 2023

Jenis av Rana    Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.