13. juni 2023

Nær kann væntast at hesar ætlanir blíva til veruleika?

Steffan Klein Poulsen hevur sett skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum um verju ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum fyri børnum.

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini


Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum

Spurningar:
1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at raðfesta hetta málið í næstum?

2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at seta filtur upp, sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi, á internetinum?

3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at gera ein almennan politikk, sum stuðlar og vegleiðir foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum?

4. Nær kann væntast at hesar ætlanir blíva til veruleika?

 

Viðmerkingar:
Tann 3. mai 2023 tók eitt samt Løgting undir við at heita á landsstýrið um at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.

Áheitanin var soleiðis orðað:

“Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri tekniskum loysnum, ið verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um, hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.”

Uppskotið, ið varð samtykt, er soleiðis í tveimum pørtum:

i) At seta filtur upp, sum skánar børnini fyri porno og øðrum ágangi á internetinum.

ii) Gera ein almennan politikk, sum vegleiðir og stuðlar foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.

Fyrispurningurin verður settur fyri at hoyra, hvussu landsstýrið hevur móttikið hesa áheitanina, og hvussu hetta álvarsmál verður raðfest í nærmastu framtíð.

Á Løgtingi, 12. juni 2023

Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

10. november 2025
Er Miðflokkurin eitt problem barn?
Av onkrari orsøk, so metir politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, at Miðflokkurin var flokkurin, sum voldi til stríð í samgonguni frá 2019…
29. oktober 2025
Rósa Tyril Gaardlykke fyri Steffan.
Í hesum døgum røkir Rósa Tyril Gaardlykke sæti á Føroya Løgtingi.
16. oktober 2025
Quo Vadis, Domine 
Hvat hevði Meistarin svarað?
3. oktober 2025
Um eftirskúlarnar Brúgvin og Føroya Eftirskúli á Tvøroyri 
Spurningar, áheitanir og viðmerkingar til Fíggjarlógaruppskotið 2025
30. september 2025
Lítla barn. Gævi tín bústaður var tann tryggasti á jørð.