10. juni 2023

Fleiri sum hildu okkum hoyra skeivt

Jenis av Rana setur Løgmanni 3 ítøkiligar spurningar í samband við uttanríkispolitikk.

Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini

 

Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari:  Aksel Johannesen, løgmaður

Evni:  Luttøka á Natofundum

 

Spurningar

Hvussu langt eru ætlanirnar komnar, um at senda ”ein føroyskan ministara” (sum løgmaður málber seg) saman við danska uttanríkisráðharranum á Nato fundir?


Verður tað føroyski uttanríkisráðharrin, sum fer saman við danska ministaranum á hesar fundir?

Metir løgmaður ikki, at hesar kreativu ætlanirnar, at javnseta ”ein føroyskan ministara” við  donsk embætisfólk, mugu leggjast fyri Utanlandsnevndina og/ ella Løgtingið til ráðførðslu?
  

Viðmerkingar:  

Spurningarnir byggja á útsagnir løgmans í Kringvarpinum hóskvøldið, aftaná júst lokna samstarvsfundin í Grønlandi 8. juni.

Ætlanirnar føroyinga um at fáa atgongd til Nato fundir eru ikki nýggjar. Farna samgongan royndi tað hon kundi, men tó eydnaðist ikki at fáa Natodyrnar opnaðar fyri føroyska uttanríkisráðharranum.

Vit munnu vera fleiri, sum hildu okkum hoyra skeivt, tá Løgmaður, eftir at hava gjørt vart við, at Føroyar ynsktu at verða við á Nato fundum, legði afturat, at, og her verður endurgivið frá útvarpssamrøðuni: ”har tað er møguligt sjálvandi hjá danska uttanríkisministaranum, hann hevur  embætisfólk við, har kundi hann eisini havt ein føroyskan ministara við, soleiði at vit beinleiðis eisini hava møgululeika á fyrstu parket at hoyra tað, sum verður sagt og hvat liggur í kortunum….

 

  

Á Løgtingi, 9. juni 2023

Jenis av Rana

 

Tíðindi

5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.
2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?