12. apríl 2023

Politikskt semja um kríggj Russlands móti Ukraina?

Jenis av Rana hevur sett munnligan fyrispurning til Løgmann.

Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini

Føroyskur ukrainapolitikkur

 Spurningar:

 1.     Bendir nakað á, at landsstýrið fer at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis oyðandi kríggi Russlands móti Ukraina og fólki tess?

2.     Hvussu kann, um so er, innihaldið í einum slíkum politikki hugsast at fara at verða.

3.     Nær kann væntast, at ein slíkur politikkur sær dagsins ljós? 

 

Viðmerkingar

 

«Hjálp elskaða ukrainska fólkinum á teirra friðarferð og lat ljósið frá páskunum breiða seg til russiska fólkið». Hetta segði Frans pávi millum annað í páskaprædiku sínari fyri umleið 100.000 fólkum á Pæturplássinum páskamorgun.

 

Skjótt eru 14 mánaðir farnir afturum, síðani Rusland eirinda- og miskunnarleyst legðist á ukrainsku grannatjóð sína við krígsmegi. 

 

Uttan fyrilit eru í hesar 14 mánaðirnar menniskju í hundraðtúsundatali dripin. Heim, sjúkrahús, barnagarðar, samkomur, kirkjur- og skúlar í hundraðtali eru løgd í oyði. Sami miðvísi ágangur er framdur móti ídnaði, arbeiðsplássum, flogvøllum, vegakervi landsins- ja øllum, sum oyðileggjast kann.

 

Einki bendir á, at nakrar ætlanir eru um steðg. Tíverri hómast eingin friðarglotti.

 

Um minni enn tvær vikur eru 4 mánaðir farnir, síðani nýggja samgongan tók yvir føroyskan politikk. Sæð burtur frá uppskoti um at seta í verk donsk( EU) ríkislógartilmæli og samtykta uppskotinum um at játta 7 mió. kr. í humaniterari hjálp til Ukraina frættist enn lítið og einki um nakran miðvísan føroyskan ukrainapolitikk. 

 

Tí verða hesir spurningar settir.

 

Á Løgtingi, 12. apríl 2023

 

Jenis av Rana

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!