2. mars 2023

Set príseftirlit á stovn

Miðflokkurin kennir seg sannførdan um, at ein av orsøkunum til skeiklaðu og ymiskliga kækkandi prísirnar er, at vit ongan príseftirlitsstovn hava.

Uppskot til samtyktar um at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit.

 
Uppskot til samtyktar
 
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.
 
Viðmerkingar
Síðani Russland byrjaði sítt vanlukkuliga kríggi móti Ukraina, er búskaparliga javnvágin í Føroyum nógv skeiklað og broytt. Orsøkirnar eru margfaldar, talan er bæði um beinleiðis fylgir av krígsaktivitetunum, men hartil koma eisini nógvar av krígnum óbeinleiðis avleiddar.


Dagliga merkja húsarhaldini hesar avleiðingar gjøgnum alsamt hækkandi prísir. Talan er um hækkandi matvøruprísir, ovurhonds príshækkingar á brennievni, neyðsynjarvørum, streymi, byggitilfari- og vit kundu hildið á. Serliga gongur hetta útyvir lág- og miðalinntøkubólkarnar, har neyðarrópini gerast fleiri og fleiri og har neyðin tíverri longu er dagligur og óhugnaligur gestur.


Ein bráðneyðugur spurningur er, um og hvussu vit kunnu røkja eftirlitið við, og kunnu tálma og minka um alsamt hækkandi prísirnar? Hetta er so avgjørt neyðugt, so húsarhaldini fáa meira fyri vunnu krónurnar- og megna at yvirliva kreppuna?


Búskaparfrøðingurin Heri á Rógvi kannaði og samanbar longu í 2010 kostnaðarstøðið á vørum og tænastum í Føroyum, við onnur Evropeisk lond. Kanningin prógvaði longu tá, at vóru Føroyar dýrasta land í Evropu – meðan Danmark var á øðrum plássi. Hendan kanningin var, sum sæst, gjørd fyri mongum árum síðani, og harvið áðrenn prísirnir veruliga aftur tóku dik á seg, hesuferð vegna kríggið.


Vit í Miðflokkinum kenna okkum sannførd um, at ein av orsøkunum til skeiklaðu og ymiskliga hækkandi prísirnar er, at vit ongan príseftirlitsstovn hava. Vit mangla hendan stovnin, sum aktivt kann kanna prísir og prísstøði í handlum okkara, ein stovn, sum bæði kann taka ímóti kærum frá brúkarum og verða vegleiðandi hjá handilsvinnuni.
 
 
Tá løgtingslóg um kapping var sett í gildi í Føroyum í 1997, varð lógin um príseftirlit, sum m.a. hevði sum endamál at forða fyri órímiligum prísum og vinningi, ringum vøruupplýsingum, órímiligum handilstreytum og kappingaravmarkandi tiltøkum, ið kundu vera brúkarum ella vinnurøkjandi at bága, strikað.


Endamálið við nýggjastu kappingarlógini frá 2007 er: “við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar”. Og í viðmerkingunum til uppskotið lesa vit m.a., at: “ lógaruppskotið er evnað til við tí endamáli, at ein kappingarlóg sum mest skal tryggja eina fría og virkna kapping”.
Grundhugsanin hjá summum er, at kapping, og harvið kappingarlógin, er einastu verju móti órímiligum og hækkandi prísum. Dagsins veruleiki vísir tó tíðuligari og tíðuligari, at talan er um eina mytu, tá so verður mett, og at kapping á marknaðinum áleina als ikki er ført fyri at halda prísunum á einum virðiligum støði.


Veruleiki vísir greitt, at kappingarlógin ikki megnar at røkja tær margfaldu og týdningarmiklu uppgávurnar, sum príseftirlitið hevði, og er tí avgerðandi neyðugt at seta á stovn eitt príseftirlit, sum saman við kappingarráðnum og brúkaraumboðnum, til fulnar røkir hesar uppgávur, vanliga føroyska brúkaranum og húski hansara at gagni.
 
 
Á Løgtingi, 7. mars 2023
 
Jenis av Rana                                                                

Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.