1. mars 2023

Verja børnini á internetinum

Annað av trimum uppskotum til samtyktar hjá Miðflokkinum.

Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at finna tekniskar loysnir, sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt.

Viðmerkingar:
Tøkniliga menningin
Porno hevur altíð verið at funnið í onkrum formi: á krukkum frá gamlari tíð í Grikkalandi og aðrar málaðar og teknaðar myndir upp ígjøgnum tíðina, sum seinni blivu til fotograferaðar myndir í bløðum, sum uppaftur seinni blivu til livandi myndir í biografum og at enda komu á skermarnar heima við hús.

Í dag hava vit internetið, sum gevur øllum borgarum, ið hava eina teldu, teldil ella snildfon, atgongd til eina øðiliga rúgvu av tilfarið. Eisini porno, sum ein triðingur av internet nýtsluni, sigst at fara til. Vit koyra eitt experiment sum ongantíð er roynt áður. Experimenti er, at øll fólk, børn sum vaksin, hava atgongd til endaleyst og ógvisligt pornografiskt tilfar á internetinum. Hetta kann hava katastrofalar avleiðingar við sær í framtíðini, tá ið hugsa verður um hvussu skaðiligt porno er.

Avleiðingarnar
Avleiðingarnar av porno kunnu deilast upp í tey trý H’ini: Heilin, hjarta og heimurin.

Heilin. Porno er ikki eitt fysiskt rúsevni, sum vit menniskju inntaka, og tí hava vísindafólk verið ósamd um, um tað ber til at blíva bundin av porno. Tó finnast fleiri vísindafólk, sum granska í heilanum og sum meta, at porno ávirkar evnafrøðilig viðurskifti í heilanum. Hesir granskarar siga, at tá ein hyggur at porno útloysast fleiri kemisk evni í heilanum, millum annað dopamin, sum gevur forbrúkaranum eitt njótilsi. Hetta verður kallað lønarsentri í heilanum (reward center).

Trupulleikin við hesum lønarsentri er, at heilin blívur tolerantur við tíðini og tí ynskir størri mongdir av porno fyri at fáa sama njótilsi. So eins og ein misbrúkari vil økja um rúsin og søkja sær sterkari rúsevni við tíðini, so vil ein sum hyggur at porno fáa eina tráan eftir meiri og grovari tilfari. Hetta er orsøkin til, at pornografiska nýtslan ofta fer frá at vera einaferð um mánaðin til einaferð um dagin. Frá tí milda til tað grova tilfari.

Hjarta er eitt symbol uppá relatiónir. Øll ynskja at hava góðar og sunnar relatiónir, serliga við sín makað. Porno kann oyðileggja hesa relatiónina, tí nýtslan av porno ger, at ein blívur meira kritiskur mótvegis makanum og minni nøgdur við sexlívið.

Ein porno filmur á 45 min. kann t.d. hava tikið einar 3 dagar at filma av einum professionellum filmstoymi. Tey fáa alt at síggja perfekt út við make-up, plastik viðgerðum, klippa feilir út, filma røttu vinklarnar, photoshoppa o.s.fr.. Endaligi filmurin lýsir als ikki vanligt ella náttúruligt sex. Pornofilmarnir skapa hinvegin eina skeiva mynd av sex og ein forvantning, ið ikki ber til at nøkta hjá makanum.

Høg nýtsla av porno ger eisini, at fólk hava tendens til at isolera seg, heldur enn at søkja felagsskap við onnur.

Heimurin. Tvey tey fyrstu punktini “heilin” og “hjarta” lýsa avleiðingarnar á tann einstaka. Ein skal tó hava í mentu, at tað eru hundraðtals milliónir menniskju, ið er bundin av porno. Avleiðingin er ein stórur og óhugnaligur pornoídnaður! Ein ídnaður sum framleiðir grovari og grovari porno. Ein ídnaður sum ger brúkaran meiri og meiri bundnan. Ein ídnaður sum sex trafficking er ein partur av, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.

Tað verður mett at tað eru 21 til 31 mió. trælir innan allar ídnaðir kring heimin. Hesir trælir framleiða eitt mett yvirskot til trælaeigararnar á 150 mia. USD. Umleið 22% av hesum trælunum eru partur av sex ídnaðinum. Hesi 22% framleiða uml. 2/3 (66%) av yvirskotinum, sum samlaði trælahandilin gevur. Tað svarar til einar 100 mia. USD. Gera vit tað upp í DKK svarar tað til góðar 700 mia. kr. Hetta gevur okkum eina mynd av, hvussu nógvir pengar tað eru í trælahaldi og serliga innan fyri sex-trælahald.

Til seinast má nevnast at gransking og kanningar av porno, ikki eru bundnar at nakrari religión ella persónligari meining. Tað eru kanningar, ið eru blivnar “peer reviewed”, eisini kalla “referee reviewed”, sum í grundini merkir at tær eru góðtiknar eftir strangum reglugerðum. Við øðrum orðum: komnar ígjøgnum nálareyga.

Vit mugu verja børnini
Børn og ung blíva útsett fyri porno og øðrum ágangi á internetinum, tí noyðast vit at gera meiri fyri at verja tey. Tølini lúgva ikki, tey eru sera sera ung tá tey møta porno fyri fyrstu ferð:

Tað er vanligt, at børn koma fram á porno í aldrinum 8-12 ár.
Meirilutin av 13 ára gomlum hava sæð porno.
Í minsta lagi ein av trimum pornofilmum inniheldur harðskap.
Hóast porno er sera veruleikafjart, so heldur ein av fýra ungdómum, at porno er besta keldan til at læra um sex.
Onnur tøl vísa eisini, at tað serliga eru ungir menn, sum hyggja at porno. Samstundis sæst eisini at porno er ein vaksandi trupulleiki millum kvinnur. Porno er tí ikki bara ein trupulleiki millum ungar menn, men allar samfelagsbólkar og bæði kynini. 

Tølini omanfyri eru úr útlondum, men hví skuldi Føroyar verið eitt undantak? Internetið er jú ein alheims pallur, sum føroyingar nýta minst líka nógv, sum onnur fólkasløg.

Loysnin?
Tað eru fyrst og fremst foreldur ið hava ábyrgd av sínum børnum. Tey eiga tí at verja børnini ímóti porno við at avmarka atgongdina til internetið ella at setur filtur upp.

Tað kann tó verða trupult hjá foreldurm at klára hetta einsamøll, tí má Løgtingið gera eins og tað bleiv gjørt afturi í 80’inum. Tá blivu pornobløðini í handlunum goymt aftanfyri handilsdiskin fyri at skána børnini, eftir at Tordur Niclasen, saman við Løgtinginum, minti fútan á at røkja sínar skyldur hesum viðvíkjandi (Lm. 73, 1982). Í dag er veruleikin ein annar og vit mugu enn einaferð finna útav, hvussu vit goyma pornografiska tilfarið burtur, fyri at verja børnini. Samstundis eiga foreldur at fáa almennar leiðreglur (tilmæli) um, hvussu tey verja síni børn á bestan hátt.

Bretland, Týskland og Frankaríki eru nøkur av londunum, ið arbeiða við at setur filtur á porno heimasíður. Í dag er tað alt ov lætt hjá børnum, at sleppa inn á porno síður, tí tað einasta sum krevst, er at barnið trýstir á “ja eg eri 18+ ár” fyri at sleppa inn. Fransmenninir arbeiða t.d. við at teirra borgarar nú skulu vátta við onkrum formi av ID, at teir eru 18 ár ella eldri, fyri at fáa atgongd til pornografiskt tilfar. Summi hava longu doypt hesa loysnina “pornopass”.

Samanumtikið, so snýr tað seg fyrst og fremst um, at viðurkenna at porno er ein samfelags trupulleiki. Síðani skulu vit finna viljan fram og tá skulu loysnirnar nokk koma.

 

Á Løgtingi,
Jenis av Rana
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.