6. januar 2023

§ 52 Fyrispurningur til Løgmann

Jenis av Rana hevur sett Løgmanni fyrispurning, um hvussu nýggju aðalráð ikki kosta meira enn sjey.

§ 52 Fyrispurningur til Aksel Johannesen, løgmann         

á Løgtingi h. 5. januar 2023

 

Spurningur:


Løgmaður verður biðin um at upplýsa og útgreina hvussu stórur meirkostnaðurin verður av teimum broytingum nýggja samgongan og landsstýrið hava samtykt at gera, m.a. við at hækka talið av landsstýrisfólkum við tveimum- úr sjey upp í níggju.


Í útgreiningini verður hugsað um økta lønarkostnaðin av tveimum nýggjum landsstýrisfólkum, møguligum nýggjum aðalstjórum, øðrum eyka starvsfólkum í nýggjum og verandi ráðum, kostnaðin av nýggjum og/ella dagførdum hølum v.m.

 
Viðmerkingar:

Í nýliga endaða valstríðnum og í kjakinum, sum verið hevur í og um samgongusamráðingarnar, hevur eitt av høvuðsevninum, fyri ikki at siga lyftunum, verið, at "nú skal skil fáast á fíggjarliga oyðslinum", nú skal sparast. Serliga hava tað verið fólk í verandi samgongu, sum hava gingið á odda í retorikki og lyftum

Trupult er at síggja annað, enn at ein stór andsøgn er millum orð og gerðir. Hesin spurningur verður tí settur, so at løgtingslimir og vanligir føroyingar kunnu fáa greiði á hvussu hetta, at seta fleiri í starv uttan kostnað, letur seg gera.

 

Jenis av Rana

Løgtingslimur fyri Miðflokkin

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu