17. november 2022

Nýtt valevnið

Aksel Kambsskarð Berg stillar upp fyri Miðflokkin til komandi løgtingsval.

Eg havi tikið avgerð um at stilla upp fyri Miðflokkin til komandi løgtingsval ????


Tað er týdningarmikið, at vit, ið eru trúgvandi, skula taka ein avgerðandi leiklut í at mynda okkara samfelag. Eg vil verða við til verja tey kristnu virðini og arbeiða fyri, at Føroyar ikki verða hálaðir í ein liberalan veg.


Míni hjartamál eru at styrkja okkara heilsuverk, at gera gerandisdagin lættari og tryggari fyri tí føroysku barnafamiljuna og so er mítt størsta ynski, at Løgtingið verjur okkara óføddu børn og staðfestur við lóg, at rætturin til lívið er absoluttur.


Eg havi í mínum virki sum lækni arbeitt ymsastaðnis í føroyska heilsuverkinum. Hetta gevur mær ein politiskan styrki, tí eg kenni bæði okkara veikleikar og avbjóðingar í heilsuverkinum, men eisini tær spennandi møguleikar vit hava fyri menning.

Tíðindi

5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.
2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?