28. oktober 2022

Miðflokkurin risastóra framgongd á veljarafundi á Kambsdali

Miðnámsskúlin á Kambsdali skipaði fyri almennum veljarafundi í Ítróttarhøllini í dag, har floksformenninir luttóku. 600 næmingar ganga á miðnámsskúlanum og afturat hesum vóru øll onnur eisini vælkomin til fundar.

Undan fundinum høvdu næmingarnir atkvøtt, og síðani var ein onnur atkvøða gjørd, eftir at flokkarnir høvdu havt høvið at svara spurningum úr salinum.

Úrslitið av báðum atkvøðugreiðslunum vísir, at Miðflokkurin hevði størstu framgongdina á Kambsdali í dag, við heili 5,2% fleiri atkvøðum. Hetta er sjálvsagt at fegnast um, og gongdin er bara positiv!

Sí yvirlitið yvir atkvøðugreiðslunar niðanfyri:

Listi Flokkur

Fyrra atkvøðugreiðslan

Seinna atkvøðugreiðslan Munur
A Fólkaflokkurin 24,1 % 15,8 % -11,0 %
B Sambandsflokkurin 26,8 % 28,3 % +1,2 %
C Javnaðarflokkurin 24,1 % 23,6 % -0,5 %
E Tjóðveldi 10,8 % 14,3 % +3,5 %
F Framsókn 6,9 % 5,6 % -1,3%
H Miðflokkurin 7,2 % 12,4 % +5,2 %

Tíðindi

5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.
2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?