28. oktober 2022

Lívið er ein gáva

Mannarætturin framum øll onnur rættindi er rætturin til lívið. Hetta er ikki bara galdandi fyri Føroyingar, men eisini danir og allar aðrar borgarar kring heimin.

Lívið kann verða hart, men lívið er eisini gott. Lívið er ein gáva. Hvørji eru vit at taka avger um, hvør skal fáa hesa gávu?

Lívið skal verjast frá gitnaði til náttúruligan deyða. Sleppa vit hesum prinsippinum, so fer alt á glið. Í Danmark hava tey fría fosturtøku upp til 12. viku, í Íslandi upp til 22. viku og aðrastaðni uppaftur longri.

Tað eru eingir vinnarar í einari fosturtøku. Ófødda barnið, mamman og pápin standa øll sum taparar. Samfelagsliga vinna vit heldur onki. Demografisku avbjóðingarnar eru nóg stórar sum er.

Eg vil ikki innflyta fríu fosturtøkuna úr Danmark, men fari at stríðast fyri ófødda barninum, á øllum pallum eg sleppi framat. Eisini á Fólkatinginum.

Steffan Klein Poulsen
Valevni fyri Miðflokkin til Fólkatingsvalið 2022

Tíðindi

5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.
2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?