28. oktober 2022

Á Fólkatingi kunnu vit...

leggja uppskot fram um at styrkja rúsevnaeftirlitið millum ferðandi til Føroyar.

Rúsevni floyma inn í Føroyar og ein stórur partur kemur við flogførum. Ungir føroyingar og teirra familjur líða ómetaligt undir rúsevnaokinum. Umframt at vit í Føroyum alsamt økja um rúsevnaeftirlitið, eiga vit at seta í verk rúsevnaeftirlit við fráferðir frá donskum flogvøllum til Føroya.

Eitt fólkatingsumboð kann við lógaruppskotum og fyrispurningum skunda undir at betra um rúsevnaeftirlitið bæði á flogvøllum, men eisini um alt Danmark. Eisini millum føroyingar búsitandi í Danmark finnast tey, sum stríðast við rúsevni. Uppgávan hjá einum føroyskum fólkatingslimi er at vera virkin í lógarsmíði á Fólkatingi, sum gagnar føroyingum í Danmark, føroyingum í Føroyum og eisini danska samfelagnum sum heild.

Bill Justinussen
valevni fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið

Tíðindi

5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.
2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?