26. oktober 2022

Innflyta Danmark til Føroyar?

Vit føroyingar útflyta fisk og so innflyta vit stórt sæð alt annað, vit hava brúk fyri. Hygg bara rundan um teg. Hvussu nógv av tínum innbúgvi er framleitt í Føroyum?

Á sama hátt ynskja fleiri flokkar í Løgtinginum at innflyta politisku og etisku virðini úr Danmark og útlondum. Frí fosturtøka og LGBT(IQA+) ideologiin eru tvey aktuell mál av mongum. Enntá flokkar, ið eru altráir eftir at loysa frá Danmark, ynskja at innflyta øll hesi donsku virðini upp til Føroya. Hvør verður tá munurin á Føroyum og Danmark?
Tað er sjálvandi í lagi, at vit handla okkum til alskyns vørur við fiski, men tað er púra burturvið, at skifta okkara samfelagsliga grundarlag út við eitt danskt. Sleppur Miðflokkurin á Fólkating, fara vit heldur at útflyta okkara politikk og virðir við Føroyum sum fyridømi.

Tað kristna grundarlagið kastar nógv gott av sær. Fyri at taka eitt dømi úr rúgvuni, so eru Føroyar einasta norðanlandið, sum hevur eitt nóg høgt burðaravlop, ið ger at vit nørast sum fólk og land. Øll onnur norðanlond krympa við verandi burðaravlopið. Vit føroyingar hava eina burðardygt, sum vil nakað, at vísa á!

Steffan Klein Poulsen
Valevni fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið

Tíðindi

15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins