26. juni 2022

Týdningarmesti býráðsfundur í Runavíkar Kommunu í hálva øld

Á skránni til endaliga avgerð er nýggja SVIMJIHØLLIN.

Tað er øgiligur spenningur um býráðsfundin í Runavíkar býráði komandi hóskvøld 30. juni. Á skránni til endaliga avgerð er nýggja SVIMJIHØLLIN.

Øllum kunnugt hevur teinurin verið sera langur. Tey, sum fyri meiri enn hálvari øld síðani løgdu frá landi at savna inn pening til svimjihyl, høvdu hugsjónir um trivnað og vøkstur fyri heimstað okkara her við Skálafjørðin. Men langt var á mál, kunnu vit nú ásanna. Stafettin hevur til tíðir ligið still og aðrar tíðir hevur onkur kveikt henni lív í styttri tíðarskeið.

Inntil nú. Tí eisini nú finnast fólk við hugsjónum. Nýggj svimjihøll var á politisku skránni hjá flestu valevnum, sum bjóðaðu seg fram til seinasta kommunuval. Enntá so týðiliga, at fáur ivaðist í, at nú fór svimjihøllin at gerast veruleiki. Fíggjarliga grundarlagið er betri enn nakrantíð, og fíggjarliga kósin hjá kommununi er skilagóð. Stór framgongd í fólkavøkstri, skattainntøkum og útbyggingum hevur verið seinastu mongu árini. Og útlitini fyri framhaldandi vøkstri eru bjørt, hóast hóttandi støðuna úti í heimi.

Skálafjørðurin og fólkið, ið her býr, hevur tveir møguleikar. Vit kunnu velja at vera hugreyst og framskygd, og harvið ikki detta niður ímillum í beinhørðu kappingini millum Havnina og Klaksvíkina. Ella vit kunnu velja at vera varin, drálandi umhugsin, leitandi og bíðandi. Tá verða vit við undirlutan í so mongum viðurskiftum.

Nú – tað vil siga komandi hóskvøld - fáa sitandi býráðslimir tann søguliga framíhjárætt á tí týdningarmesta býráðsfundinum í hálva øld at verða tey, sum skriva seg sjálvi í søgubøkurnar. Nú kunnu sitandi býráðslimir gerast hetjurnar, sum lyfta trivnað og vælferð í Runavíkar kommunu fram í fremstu røð. Teirra nøvn koma at skriva seg við stórum bókstavum á okkara hjartans talvur, sum leingjast og bíða eftir einum nútímans svimjihyli.

Hvussu mangan hava vit her í økinum, vit í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu, ynskt okkum eina svimjihøll við øllum nútímans hentleikum, har børn og vaksin, familjur og einstaklingar, íðkarar, skúlaflokkar, ferðandi og onnur, kunnu njóta ta vælveru og heilsubata, sum svimjingin gevur. Nú verður hetta vónandi veruleiki, og vit fegnast stóliga.

Tøkk fái tit í býráðnum, sum nú vónandi fara at geva Skálafjørðinum og bygdunum hetta risaframstig.

Bill Justinussen

Tíðindi

19. juni 2025
Barnaporno og kynslig missnýtslan vaksandi trupulleiki
Barnaporno og kynslig missnýtslan av børnum er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum!
27. mai 2025
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
23. mai 2025
Skráin fyri landsfundin
Landsfundur verður 23. mai
21. mai 2025
John, Tommy og Abbas.
Talan er um tríggjar kendar menn, sum eg nevni í yvirskiftini. Tveir teirra vóru í sjónvarpi Kringvarpsins í gjárkvøldið, har verturin enn e…
5. mai 2025
Tú ert ein klumpur av kyknum.
Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.