31. mai 2022

Steffan spyr um ættleiðing av føroyingum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini til Sólvit Nolsø

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Ættleiðing av føroyingum

Spurningar:
1. Hvussu nógvir føroyingar eru ættleiddir av føroyingum frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag?

2. Hvussu nógvir føroyingar eru burturættleiddir til eitt annað land sama tíðarskeiðið?

3. Hvussu nógvir føroyingar eru endaðir í fosturforeldraskipanini ella líknandi skipan sama tíðarskeiðið?

4. Hvussu sær hendan gongdin út í tølum býtt á hvørt einstakt ár frá tí, at slíkar upplýsingar eru skrásettar til í dag býtt á hesar bólkar: føroyingar ættleiddir av føroyingum, føroyingar burturættleiddir til annað land og føroyingar endaðir í fosturforeldraskipanini?

5. Hvørjar eru høvuðsforðingarnar fyri, at føroyingar ættleiða føroyingar undir galdandi skipan á økinum?

6. Heldur landsstýrismaðurin, at møguleikarnir fyri at føroyingar ættleiða føroyingar eru nóg góðir?

Viðmerkingar:
Teir fyrstu spurningarnir skulu fáa greiðu á, hvussu ofta tað kemur fyri, at føroyingar ættleiða føroyingar. Tað at ættleiða og burturættleiða er sárbært, men hendan loysnin kann broyta lagnurnar hjá børnum í truplum umstøðum til tað betra.

Tað eru í høvuðsheitinum tveir møguleikar at lofta børnum, sum eru umsorgarnarsvikin ella av aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum biologisku foreldrum. Tað er við fosturforeldraskipanini ella við ættleiðing. Børn, sum verða tikin til fosturs, hava eitt bakland, til tey eru 18 ára gomul. Møgulig undantøk kunnu leingja hetta tíðarskeiðið til tey eru 23 ár. Ættleiðing er hinvegin ein langtíðarloysn, ið varir alt lívið hjá barninum.

Harafturat er ættleiðing eitt alternativ til fosturtøku. Fleiri mammur og pápar umhugsa og velja fosturtøku av ymsum orsøkum. 28 fosturtøkur vórðu framdar í Føroyum í 2020.

Um føroyingar høvdu eina góða ættleiðingarskipan, kann hugsast, at foreldur í truplum umstøðum valdu hendan møguleikan framum fosturtøku, ið hevur stórar avleiðingar við sær. Samstundis hava vit hjún í Føroyum, ið hava trupult við at fáa børn.

Á Løgtingi, 30. mai 2022
Steffan Klein Poulsen

 

mynd: logting.fo

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.