4. mai 2022

Landsstýrismaðurin hittir japanska ráðharran fyri útflutningsframa

Landsstýrismaðurin sær nógvar góðar møguleikar í samstarvinum við Japan.

Í vikuni hitti Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum tann japanska ráðharran fyri útflutningsframa Kenji Wakamiya, sum vitjar í Keypmannahavn í hesum døgum. Japanska sendistovan í Keypmannahavn skipaði fyri miðmálafundi, har høvuðsevnið var at umrøða stóru Expo-ráðstevnuna, sum verður í Osaka í Japan í 2025.

Beint fyri páskir var landsstýrismaðurin í Tokyo og undirritaði samstarvsyvirlýsing millum Føroyar og Japan við Takako Suzuki, ráðharra fyri uttanríkismál. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvið millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.

“Vit undirskrivaðu samstarvsyvirlýsing við Japan fyri sløkum mánaði síðan, og eg fegnast um, at longu at hava havt høvið at hitt japanska ráðharran fyri útflutningsframa, har lunnar vóru lagdir undir at fremja samstarvið í verki”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin sær nógvar góðar møguleikar í samstarvinum við Japan, eisini á vinnuliga økinum, og í tí sambandi kann møguliga gerast viðkomandi við føroyskar luttøka í Expo 2025, har tað í løtuni verður arbeitt við ætlanum um felagsbás fyri Norðurlond.

 

Mynd og kelda: ummr.fo

Tíðindi

5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.