31. mars 2022

Saksøkja tey ósamdu?

Tú skalt ikki leita leingi fyri at finna eina ósemju millum føroyingar ella menniskju sum heild.

Tú skalt ikki leita leingi fyri at finna eina ósemju millum føroyingar ella menniskju sum heild. Tað eru deildar meiningar um alt, frá hvønn veg wc-rullan skal venda inni á vesinum, um ananas riggar á pizza, um vit skulu hava ein flatan ella progressivan skattastiga, samhandilin við Russland og ikki at gloyma tey etisku málini, sum stinga djúpt inn í kenslurnar. Alt ósemjur, sum føra til kjak.


Päivi Räsänen, ein finskur politikari, hevur ta meining, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Hetta hevur hon borið fram alment í ymiskum samanhangum. Millum annað hevur hon siterað úr Rómverjabrævinum kap. 1, í samband við at fólkakirkjan í Finnlandi stuðlaði “Helsinki Pride”. Hetta bleiv ein av trimum orsøkum til, at finski ríkisadvokaturin legði sak ímóti Päivi fyri “haturstalu ímóti samkyndum”.


Tað er ræðandi, at ein kvinna sum Päivi blívur ákærd fyri haturstalu, tá hon á erligan og siðiligan hátt greiðir frá sínum sjónarmiðum. Hennara útsagnir botna á ongan hátt í hatri. Hetta málið gruggar spælireglurnar í demokratiska vesturheiminum, tí tað kann ikki vera rætt, at vit saksøkja tey, sum vit eru ósamd við.


Nú dómur er feldur í rættarmálinum er gleðin stór. Päivi vann rættarmálið. Hetta er ikki bara ein persónligur sigur fyri Päivi, men ein stórur sigur fyri talufrælsi í Skandinavia og í vesturheiminum.


Latið okkum ongantíð taka talufrælsi fyri givið.

Kelda: https://idag.no/.../kun-pa-nett/na-har-dommen-falt/19.39105

 

Steffan Klein Poulsen, 

Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Tíðindi

23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!