13. desember 2021

Kaj Leo svarað Steffani

Grein 52a spurningur var settur um hagtøl um korona

Steffan Klein Poulsen spurdi ein grein52a spurning um hagtøl viðvíkjandi koronu

 

Niðanfyri er svarið, sum Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum hevur svarað Steffani.

Niðast í greinin síggjast viðmerkingarnar, sum fylgdu við til sjálvan Grein 52a spurningin hjá Steffani.

 

Spurningur 1:

Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?

Til spurning 1

Tað er ikki Heilsumálaráðið, men Landslæknin sum almannakunnger tílík hagtøl. Tí hevur Heilsumálaráðið heitt á Landslæknan um at svara hesum spurningi, umframt spurningi 2, 3, 5,6 og 7. Svarini hjá Landslæknanum eru endurgivin undir hesum spurningum.

Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:

”WHO hevur frá byrjan av hesi alheimsfarsótt heitt á øll limalondini um at upplýsa talið av smittaðum, talið av deyðum í einum tíðarskeiði uppá 30 dagar eftir smittu við COVID-19, umframt talið av innløgdum, herundir á intensiv og talið á teimum, ið hava tørv á respirator. Hetta er eisini nágreinaðí “Bekendtgørelsenr. 189 af 10. marts 2020 for Færøerne om lægers anmeldelse af COVID-19”. Hetta er orsøkin til,at Landslæknin samlar inn hesar dátur,og at hesar verða almannakunngjørdar á corona.fo”

(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

----

 

Spurningur 2

Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?

 Til spurning 2

”Allir læknar skulu fráboð aina røð av virussjúkum til Landslæknan sambært “Anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme, sum seinast broytt við bekendtgørelse nr. 180 frá 5. mars 2020”. Landslæknin almannakunnger hesihagtøl í árligu ársfrágreiðingini. Tað eru einans tilburðirnir, sum verða fráboðaðir, og ikki hvørt persónurin er deyður av sjúkuni."

(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

----

 

Spurningur 3

Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting?

 

Til spurning 3

Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:

“Øll andlát, sum verða staðfest innan 7 dagar aftaná koppseting móti COVID-19, skulu sambært “Bekendtgørelse nr. 450 af 16. marts 2021 for Færøerne om retslægelig obduktion i forbindelse med dødsfald kort efter modtagelse af vaccination imod Coronavirussygdom 2019 (covid-19)” fráboðast løgregluni, sum eitt óvæntað andlát. Síðani verður ein rættarlæknalig líkskoðan framd. Samanlagt eru tríggir tilburðir fráboðaðir, har tað eina andlátið tó varð staðfest 14 dagar aftaná koppseting. Tað hevur ikki verið grundarlag fyri at staðfesta, at koppseting kann viðføra sjúku og deyða í longri tíð aftaná koppseting.”

(Umseting hjáHeilsumálaráðnum)

---

 

Spurningur 4

Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?

Til spurning 4

Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakran sjúkling, sum er innlagdur, orsakaðav at hann er koppsettur fyri koronu. Sjúkrahúsverkið hevur upplivað okkurt einstakt dømi, har persónur í sambandi við sjálva koppsetingina hevur fingið eina sonevnda «bráðreaktión», og tí er sendur á skaðastovuna fyri at fáa hjálp.

---

 

Spurningur 5

Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?

 

Til spurning 5

Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:

”Landslæknin hevur ikki nærri upplýsingar um, hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við COVID-19, eru koppsett.”

(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

---

 

Spurningur 6

Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?

Til spurning 6

Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:

”Landslæknin hevur ikki gjørt tílíka uppgerð, men hevur tað neyðuga tilfarið til at gera greiningar. Við hjálp frá uttanhýsis granskara, almannakunngjørdi Landslæknin tann 18. november úrslit frá einari kanning um virknaðin av koppseting (https://korona.fo/news/1401/koppsetingin-virkar-serliga-millum-tey-yngru). Serliga vístu greiningarnar í teimum yngru aldursbólkunum frá 12-24 ár, at koppseting hevur góðan virknað, eins og sannlíkindini hjá koppsettum fyri at verðasmittaðavCOVID-19, eru 9 ferðir lægri samanborið við ókoppsett. Landslæknin ætlar at halda áfram við hesum arbeiðinum og at almannakunngera dátur um virknaðin av koppseting.”

(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

 

---

 

Spurningur 7

Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð? 

Til spurning 7

Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:

”Landslæknin hevur bert kunnleika til ein tilburð í Føroyum, men hevur illgruna um, at talan møguliga er um eina falska positiv roynd, í sambandi við at sjúkan í byrjanini tók seg upp í Føroyum. Andevni, ið ein persónur fær, eftir at hann hevur verið smittaður við COVID-19, gevur sera góða verju móti COVID-19 og betri enn koppseting.”

(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

---

 

Hesir spurningar, vórðu svaraðir í einum:

8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

 

Til spurning 8, 9 10 og 11

Sjúkrahúsverkið hevur ikki hagtøl fyri,hvussu nógv koppsett hava latið seg kanna síðani 24. juni 2021. Tí er ikki møguligt at svara spurningunum 8, 9, 10, og 11.

---

 

Hesir spurningar, vórðu svaraðir í einum:

12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?

13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum?

 

Til spurning 12 og 13

Sjúkrahúsverkið hevur ímillum 15 og 20 virkin andingartól (respiratorar), alt eftir um ein velur at telja sonevndar transport-respiratorar, respiratorar í narkosutólum og einstøk eldrimen virkintól, við.

Sjúkrahúsverkið hevur ikki neyvt yvirlit yvir, hvat belegningurin hevur verið, men tølini eru smá. Tilsamans hava tríggir persónar ligið í respiratori á intensiv vegna koronu. Leggjast skal afturat, at nakrir og 20 persónar hava fingið viðgerð við sonevndum optiflow-tólið, ið hjálpir iltingini hjá sjúklinginum.

Samanumtikið er metingin hjá Sjúkrahúsverkinum, at tað hevur havt týdning, at sjúklingarnir eru komnir skjótt í viðgerð á sjúkrahúsunum, og tí hevur tað í allarflestu førum borið til at forða fyri, at sjúkan er vorðin álvarsom.

---

 

Spurningur 14

Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?

Til spurning 14

Landsstýrismaðurin arbeiðirikki við at almannakunngera onnur hagtølum koronu, enntey sum longu í dag verða almannakunngjørd.

Heilsumálaráðið, 10. desember 2021

Kaj Leo Holm Johannesenlandsstýrismaður

 

-

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður

Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Evni: Hagtøl um koronu

 

Spurningar:

1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?

2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?

3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting?

4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?

5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?

6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?

7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?

8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?

13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum?

14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?

 

Viðmerkingar:

Alt, sum verður mátað í samband við koronu, fær øgiliga stórt uppmerksemi í føroyska samfelagnum. Tal av smittaðum, innløgdum, fólki í sóttarhaldi, deyðum við koronu og tal av koppsettum eru nøkur av tølunum, sum vera miðlað út hvønn dag.

Tað skapar tó undran, at tað ikki koma hagtøl uppá t.d. avleiðingar av koppseting og sundurgreinað tøl ímillum koppsett og ókoppsett í samband við poting o.l. Ymiskir myndugleikar og fakfólk hava meldað út, at koppsetingin riggar so og so væl. Undirritaði metir tó, at ein almannakunngerð av hagtølunum aftan fyri hesar niðurstøðurnar hevði skapt eitt størri álit ímillum myndugleikan og borgaran.

24. juni 2021 høvdu 50% av føroyingum fingið sær tað fyrra prikið. Hetta verður brúkt sum eitt úttgangsstøði fyri spurningarnar um poting. Fyrispurningurin er ein roynd uppá at fáa meira fjølbroytt hagtøl, sum koma út í samband við koronu.

 

Á Løgtingi, 30. november 2021

Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.