2. desember 2021

Steffan spyr Kaj leo

Grein 52a spurningur settur til Kaj Leo Holm Johannesen,um hagtøl um koronu

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður

Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Evni: Hagtøl um koronu

 

Spurningar:

1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?

2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?

3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting?

4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?

5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?

6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?

7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?

8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?

11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?

12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?

13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum?

14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?

 

Viðmerkingar:

Alt, sum verður mátað í samband við koronu, fær øgiliga stórt uppmerksemi í føroyska samfelagnum. Tal av smittaðum, innløgdum, fólki í sóttarhaldi, deyðum við koronu og tal av koppsettum eru nøkur av tølunum, sum vera miðlað út hvønn dag.

Tað skapar tó undran, at tað ikki koma hagtøl uppá t.d. avleiðingar av koppseting og sundurgreinað tøl ímillum koppsett og ókoppsett í samband við poting o.l. Ymiskir myndugleikar og fakfólk hava meldað út, at koppsetingin riggar so og so væl. Undirritaði metir tó, at ein almannakunngerð av hagtølunum aftan fyri hesar niðurstøðurnar hevði skapt eitt størri álit ímillum myndugleikan og borgaran.

24. juni 2021 høvdu 50% av føroyingum fingið sær tað fyrra prikið. Hetta verður brúkt sum eitt úttgangsstøði fyri spurningarnar um poting. Fyrispurningurin er ein roynd uppá at fáa meira fjølbroytt hagtøl, sum koma út í samband við koronu.

Á Løgtingi, 30. november 2021

Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…