25. november 2021

Jørgen svarað Tordi

Spurt varð um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum

Niðanfyri er svarið, sum fíggjarmálaráðharrin hevur svarað Tordi. Niðast í greinin sæst viðmerkingarnar, sum fylgdu við til sjálvan grein 52a spurningin.

 

Svar uppá fyrispurning nr. 52-082/2021 frá Tordi Niclasen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum viðvíkjandi ?

Svar

Arbeitt verður í løtuni við at hækkafráfaringaraldurin úr70 ár upp í 72 ár, bæði fyri sáttmálasett starvsfólk og fyri tænastumannasett. Hetta merkir, at fólk fáa møguleika at arbeiða longri, um tey ynskja tað. Men tað er ikki nakað krav, tí fólkapensjónsaldurin verður óbroyttur.

Tænastumenn

Í mun til arbeiðið við at broyta fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum umhugsar landsstýrið eisini at gera aðrar broytingar í tænastumannalógini og tænastumannaeftirlønarlógini. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur tí bjóðað teimum fakfeløgum, ið hava samráðingarrætt fyri tænastumenn, á tveir fundir fyri at umrøða ætlanirnar hjá landsstýrinum og at hoyra, hvat feløgini meina um ætlanirnar hjá landsstýrinum. Niðurstøðan á hesum báðum fundum hevur m.a.verið,at tað var bara eitt felag, ið tók undir við at fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum verður hækkaður til 72 ár. Hini 5 feløgini taka ikki undir við at hækka fráfaringaraldurin.Tað hevur sostatt ikki borið til at fingið semju við avvarðandi fakfeløg um at hækka fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum. Landsstýrið ætlar tó framvegis at fremja hetta mál og fer í hesi tingsetuni at lata løgtinginumeitt lógaruppskot við broytingumat hækka fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum úr70 ár upp í 72 ár.

Sáttmálasettstarvsfólk

Í rundskrivi frá 2007 bleiv fráfaringaraldurin hjá alment sáttmálasettum starvsfólkum hækkaður úr 67 ár upp í 70 ár. Í rundskrivi frá 2013 bleiv tað gjørt møguligt hjá arbeiðsgevarumat leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Hetta verður gjørt við at seta starvsfólkið í eitt upp í tvey ára tíðaravmarkað starv.

Ætlanin hjá landsstýrinum var at broyta rundskrivið frá 2013 um fráfaringaraldurum somu tíð sum fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum bleiv broyttur í tænastumannalógini.

Havandi í huga, at nógv tann størsti parturin av starvsfólkunum hjá landinum eru sáttmálasett, ætlar landsstýrismaðurin ístaðin at broyta rundskrivið fyrst. Arbeitt verður við at seta eitt nýtt rundskriv í gildi fyrst í komandi ári, eftir at tað hevur verið í hoyring hjá viðkomandi pørtum, har fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum verður hækkaður til 72 ár, umframt at tað framhaldandi verður møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina upp til 2 ár í senn, aftaná at starvsfólkhava fylt 72 ár.

 

Upprunaligi grein 52a spurningurin hjá Tordi J. Niclasen.

https://midflokkurin.fo/news/189/tordur-spyr-jorgen

Skrivligurfyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Tordur Niclasen,løgtingsmaður

Svarari:Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Evni: Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum

Spurningur:

Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum viðvíkjandi?

Viðmerkingar:

Í samgonguskjalinum stendur: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Hetta er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis at vit fáa bannað hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.Grundgevingin hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild –ikki minst í hesi tíð, tá tørvuriná arbeiðsmegi er sera stórur. Tí er ynskiligt, at broytingin verður framd sum skjótast.

Tað er í hesum sambandi, at eg vil spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum 1. apríl 2013, eisini sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi út rundskriv um fráfaringaraldur, nær hann sendir nýtt rundskriv út, sum er í samljóði við samgonguskjalið, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarandi.

Nevnast skal eisini, at fyri uml.15 árum síðan varðí Danmark, við lóg, ásett bann fyri at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum orsakað aldur.

Loksins skal viðmerkjast, at landsstýrismaðurin tann17. oktober 2019 svaraði líknandi spurningi(§ 52a, nr. 4/2019)soleiðis:”Miða verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast.”Nú tvey ár eru gingin –og mær vitandi ongar broytingar framdar –verður spurningurin reistur av nýggjum.

Á Løgtingi, 12.november2021

Tordur Niclasen

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.