17. november 2021

Lat ikki korona kloyva Føroyar

Tað má vera pláss fyri fleiri meiningum og vinklum uppá korona, uttan at vit øll fara “til hendurs”.

Eg eri rættiliga keddur og frustreraður av støðuni, okkara land er komið í.

 

Tað verður ikki tosað um nógv annað enn testir, koronusmittu og koronapass. Okkum øllum kunnigt eru tað deildar meiningar um, hvussu støðan skal handfarast. Eg haldi sjálvur at korona fær ov nógv uppmerksemi og at vit til tíðir stara okkum blind uppá smittuna.

Tað er tó eitt, sum ørkymlar meg meira enn tað, eg nevni omanfyri. At síggja sínar egnu landsmenn langa út eftir hvørjum øðrum, sum tað verður gjørt her á Facebook og øðrum fjølmiðlum, eru nokk ringastu hjáárinini av korona.

Eg veit ikki um retorikkurin nakrantíð hevur verið so harður fyrr ímillum føroyingar.

Mitt í øllum hesum meldrinum kemur okkara egni formaður í Breddan og leverar eitt sera konstruktivt interview, sum eftir mínum tykki er við til at slætta sjógvin. Formaðurin fær mín fulla stuðul í sínum útsøgnum í Breddanum.

Tað má vera pláss fyri fleiri meiningum og vinklum uppá korona, uttan at vit øll fara “til hendurs”.

Trýst elvir til móttrýst verður mangan tikið til inni í tingsalinum. Góðu landsmenn. Latið okkum øll opna ventilin eina løtu, soleiðis at dampurin sleppur út (á røttum stað) og trýstið minkar frá báðum síðum.
Lat ikki korona kloyva okkara framúr góða samfelag.

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu