14. oktober 2021

Minniluta bólkur fyri vanbýti

Tordur spyr Kaj Leo

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Teknmálstulkatænastan

Spurningar:
1. Er ætlanin at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv
størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum?


2. Er ætlanin at broyta skipanina, so at játtanin fylgir brúkaranum?


3. Er ætlanin at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk?

Viðmerkingar:
Hóast greiða lógaráseting (§ 42 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020) er tað tíanverri ein sannroynd, at teknmálstulkatænastan hjá Almannaverkinum ikki megnar at veita ta tænastu, sum tørvur er á.


Sannroynd er, at mangul er upp á tulkar í Almannaverkinum, og at skipanin tykist ovstirvin.

Hóast játtan er í løgtingsfíggjarlógini til teknmálstulkatænastuna, sum deyvir borgarar hava rætt og tørv á, so fáa tey ofta ikki ágóðan av henni. Avleiðingin er verri atkoma og verri møguleikar hjá okkara deyvu borgarum at taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Sostatt er hesin minnniluta bólkur fyri vanbýti.


Tí átti tað at verið natúrligt og ein sjálvfylgja, at fríyrkistulkar í nógv størrri mun gjørdust partur av tænastuni, og at játtanin á fíggjarlógini fíggjaði hetta.
Fyri at gjørt skipanina minni stirvna og meira smidliga, so átti peningurin at fylgt brúkaranum og at tann deyvi, um gjørligt, hevði frælsi at valt egnan tulk – og at hetta varð goldið av játtanini ”Teknmálstulkatænastan” á løgtingsfíggjarlógini.


Hetta vildi uttan iva verið eitt stórt frambrot til gleði og gagns fyri tey, ið tørva. Í samgonguskjalinum verður sagt, at ”Teknmálstænastan verður styrkt”. Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur.

Á Løgtingi, 14. oktober 2021
Tordur J. Niclasen

Mynd: in.fo

Tíðindi

30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…
22. januar 2026
Málið um moske´ir heldur áfram
Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?
19. januar 2026
... málið um moske´ir í Føroyum
Sirið hevur svarað Jenisi