3. oktober 2021

”Redaktørurin” er hjartaliga vælkomin millum teirra, ið verja ófødda barnið!

”Børn avgerða ikki sjálvi hvørji foreldur tey fáa, ella hvar tey verða fødd, ella hvussu teirra tilvera fer at vera".

Í netblaðnum ”Vikuskiftið” skrivar ”redaktørurin” hesi skilagóðu orð, ið so væl lýsa rættin hjá óføddum børnum til lív:

”Børn avgerða ikki sjálvi hvørji foreldur tey fáa, ella hvar tey verða fødd, ella hvussu teirra tilvera fer at vera.

Tilverur, sum enn ikki eru føddar, eru teir mest óseku skabningar, vit kunnu ímynda okkum.

Av tí sama plagar at vera semja um, at børn í minst møguligan mun skulu dømast ella revsast fyri viðuskifti, sum tey onga ávirkan hava á.

Breið semja er eisini um, at børn eiga rættin til bæði mammuna og pápan tá tey verða fødd”.

 

Hóast hesa vitan, at børn ikki skulu dømast ella revsast fyri viðuskifti, sum tey onga ávirkan hava á, verður mett at fleiri enn 40 mió. ófødd børn verða ofraði á fosturtøkualtarinum hvørt ár. Lat okkum vóna og biðja eftir, at fleiri, eins og ”redaktørurin”, vakna, síggja órættin, og vilja verða við í stríðnum móti hesum heimsumfatandi órætti, ið verður framdur móti okkara ”mest óseku”.

 

Seinni parturin av oddagreinini viðvíkur spurninginum um at broyta siðbundna hjúnalagið millum mann og kvinnu. Hendan royndin verður í blaðnum og á Løgtingi, fjald í eini verjutalu fyri fødda barninum.

 

Um hetta er stutt at siga, at neyvan er nakar løgtingslimur, sum ikki vil geva alt fyri at hvørt einasta barn í Føroyum fær tryggastu og bestu umstøður at liva og vaksa upp undir! So har eiga vit at taka saman lógvatøk og ikki lata nøkur fá draga onnur púra óviðkomandi viðurskifti inn í málið- og á tann hátt forða fyri einari loysn.

 

Jenis av Rana

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.