7. september 2021

Vitjan úr Norður Korea

Miðflokkurin heilsaði uppá Timothy, úr Norður Korea, í samband við Føroyavitjan hjá Open Doors.

(myndir eru niðast)

Tingfólk og Landsstýrisfólk vóru til staðar, tá ið Timothy greiddi frá sínum sera áhugaverda lívi. Hann greiddi eisini søguni í landinum, hvussu Norður Korea er skipa og eisini frá livikorunum í Norður Korea.

Eftir framløguna, varð farið oman í Tinganes, har Jenis av Rana, vísti Timothy og umboðum úr Open Doors, runt í Uttanríkisráðnum. Serliga áhugavert er - í hesum sambandi - at hølir í Uttanríkisráðnum var nýtt sum fongsul "í fornum tíðum". Millum annað sat Fischer Heinesen fastur har. 

At enda sótu vit saman um borið á skrivsstovuni hjá Landsstýrismannium. Her greiddi Landsstýrismaðurin frá nakað at tí arbeiði, hann ger sum Uttanríkisráðharri. Serliga var Timothy bergikin av sólskinssøguni um sendistovuna í Ísrael, og hvussu Føroyar nú útflýta laks til Ísrael.

Løtan var serstøk; Timothy hevði júst greitt frá, hvussu mangan hann sat í fonglsi, og nú sótu vit í einum av frælsastu londunum í heiminum, í einum Landsstýrishølum, sum einaferð varð nýtt sum fongsul. Vit vóru takksom og takkaðu Skaparanum.

Timothy hevur vitja kirkur og samkomur í Føroyum seinastu dagarnar, har hópur av føroyingum hava haft høvi at heilsa uppá Timothy.  Í kvøld kl. 19.00 vitjar hann Vesturkirkjuna í Havn og í næstu viku gongur leiðin til Danmarkar, har hann millum annað vitjar á Christianborg, har skal hann hittað til dømis Mette Fredrikssen, forsetisráðharra. 

 

 

 

 

 

 

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!