28. mai 2021

Almennur censurur??

Nøkur meina, at um ein landsstýrismaður noktar at lata almennar skattakrónur til eina filmsverkætlan, so er talan um censur.

Hetta er ein ógvuslig misnýtsla av orðinum censur. Censurur merkir, at myndugleikin noktar einum borgara at gera film, at skriva, mála, tala, syngja ella annað. Men ongin myndugleiki hevur á nakran hátt steðgað nakrari filmsætlan.

Men landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ikki noktað nøkrum at gera film, at skriva, mála, tala, syngja alla annað. Tað einasta, hann hevur gjørt, er at nokta almennan stuðul. Og tað er ikki tað sama sum censurur. Skulu so øll, sum fáa avslag, fara út á gøtur og strætir og siga seg vera censurerað?

Tað ber til at fáa pening til vega aðrar vegir enn frá felagskassanum. Tað ber til at søkja fyritøkur og grunnar um stuðul. Og tað ber eisini til at útvega hópfígging. Um fyritøkur siga nei, merkir tað so, at tær censurera verkætlanina?? Ikki tvætla, sjálvandi ikki.

Skulu politikkarar ikki hava nakra meining um mentan og list? Skulu vit lata avgerðir um, hvussu skattaborgarans peningur verður brúktur, í hendurnar á fólki, sum ikki eru vald? Og síðani vaska hendur?

Tað er einfalda skyldan hjá einumhvørjum landsstýrismanni at taka sítt arbeiði í álvara og ikki bara sita afturá og lata embætisfólkini fiksa paragraffirnar.

Tíðindi

24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again
23. juni 2026
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
22. juni 2026
Steffan spyr Aksel
Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa…
17. juni 2026
Jenis spyr Bárður á Lakjuni
Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins?
15. juni 2026
Takk fyri Regin Berg!