17. apríl 2021

Meirilutin í Rættarnevndini ynskir eisini barnaváttan

Jenis arbeiðir longu við málinum og hevur bíðað eftir dønum, sum skuldu broyta eina kunngerð.

Kæru landsmenn. Tað er ein stór misskiljing, at meirilutin í Rættarnevndini ikki ynskir barnaváttanir í Føroyum. Høvuðsorsøkin til slíkar misskiljingar er, at fleiri ikki kenna praktiska týdningin av einum uppskoti til SAMTYKTAR. Uppskotið hjá Djóna Nolsøe Joensen inniheldur onga lóg yvirhøvur, men er bara ein áheitan á Jenis av Rana, um at fremja málið. Hví skulu vit biðja Jenis arbeiða við einum máli, sum hann longu arbeiðir við???
-
Vit kunnu taka eitt dømi um ein arbeiðsmann, Jakup, sum trillar sand. Her er onki at taka feil av, Jakup kennir sína uppgávu, hann er sand-trillari. Síðani koma hansara starvsfelagar og rópa á hann, um at sandurin skal trillast frá A til B. Nú er so onki at taka feil av hjá Jakupi. Nú veit hann júst hvar sandurin skal trillast. Nakrar dagar seinni kemur ein annar bólkur, og tey gera júst tað sama; aftur at rópa um, at sandurin skal frá A til B. Jakup trillar víðari, undrandi um, hví fólkini aftur skuldu rópa, hann kennir jú sína uppgávu og ger júst tað, tey biðja hann um...
-
Jenis arbeiðir longu við málinum og hevur bíðað eftir dønum, sum skuldu broyta eina kunngerð. Hendan kunngerðin er nú broytt og Jenis fær arbeitt víðari við málinum. Altso arbeiðið er í gongd.
Eg má endurtaka tað. Uppskotið hjá Djóna hevur ongan praktiskan týdning, tá tað kemur til hetta málið. NULL. Hetta verður gjørt óansæð, um eitt uppskot til SAMTYKTAR er samtykt ella ikki. Jenis fer at koma við einum LÓGARUPPSKOTI, og tað er tað vit øll bíða eftir.


So hendan øsingin má koma av, at fleiri føroyingar ikki skilja “uppskot til samtyktar”. Um hetta ikki er tilfeldið, so eru tey við uppá andstøðu spælið frá Djóna, og royna at billa øllum føroyingum inn, at samgongan ikki ynskir barnaváttanir ...


Vinarlig heilsan
Steffan Klein Poulsen, limur í Rættarnevndini

Tíðindi

15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…