23. januar 2021

SAMGONGUSKJALIÐ ER GRUNDARLAGIÐ UNDIR SAMGONGUNI

Steffan Klein Poulsen hugleiðir um politisku støðuna

Áðrenn eg gjørdist løgtingslimur, hevði eg, eins og nógvir aðrir borgarar hava í dag, ilt við at skilja, at samgonga og andstøða arbeiða sum tær nú einaferð gera í okkara demokratii.


Eitt samgonguskjal verður vanliga undirskrivað eftir drúgvar samráðingar og er fult av kompromium frá øllum flokkum.


Sitandi samgonga hevur bæði konservativar og liberalar politikarar, sum vilja í hvør sína ætt tá tað kemur til virðispolitikk sum heild. Úrslitið av hesum er hesin setningur í samgonguskjalinum: ”Í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.”


Hetta merkir at ongar broytingar vera gjørdar í teimum grundleggjandi og bleytu virðunum, tí allir samgongulimirnir eru ikki samdir um kósina á hesum økinum. Eitt kompromi av báðum vongum.

 
Eftir hálvtannað ár í Løgtinginum, má eg ásanna, at eitt samgonguskjal og gott samgongustev, er besti arbeiðsháttur hjá valdshavaranum, samgonguni, í okkara demokratii.


Allir samgongulimir smíða lógir út frá sínari sannføring, men vit hava eina avtalu og samstarv at fyrihalda okkum til. Tað riggar ikki at koyra solo. Hetta er ikki bara galdandi fyri samgongur í politikki, men fyri samstørv av alskins slagi í okkara samfelagi.


Jenis, formaðurin, skrivaði undir samgonguskjalið, vegna Miðflokkin, við tí áliti, at allir limir halda seg til hesa avtalu. Vónandi kann hetta góða samstarvið halda fram.

Tíðindi

30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!