21. januar 2021

Samstarvið ímillum Føroyar og USA heldur fram

Tað ávirkar ikki Føroyar at USA hevur fingið nýggjan forseta, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum

Joe Biden er tikin í eið sum amerikanskur forseti. Men Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, er sannførdur um, at tað fer ikki at ávirka viðurskiftini ímillum Føroyar og USA, at USA nú hevur fingið nýggjan forseta. 

Jenis av Rana ásannaði í úvarpinum hjá FM1, at forsetavælevnini bæði í USA, Joe Biden og Donald Trump, hava verið rættiliga ósamdir, men hann ivast í um tað hevur stungið so djúpt í sambandi við viðurskiftini ímillum USA og Føroyar, og USA og Arktiskt.

Hetta seinasta árið hava Føroyar og USA arbeitt fyri at menna samstarvið, og Jenis av Rana ivast ikki í, at tað fer at halda fram óbroytt. Eitt nú hevur verið arbeitt fram ímóti at stovna eina føroyska sendistovu í Washington og Jenis av Rana dugir ikki at síggja, at forsetaskiftið fer at ávirka tað upp á nakran máta.

Hann væntar heldur ikki, at forsetaskiftið fer at ávirka trygdarpolitisku viðurskiftini. Har hava Norðuratlandshav, og Arktiskt, ein týðandi leiklut í stríðnum ímillum stórveldini og Jenis av Rana væntar ikki, at amerikanarar fara at broyta kós.

kelda: in.fo / mynd:ummr.fo

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu