9. november 2020

Strammaðu yvirskrivtina, kvaldu sannleikan

Fyri meg snýr tað seg um at fáa rætta ein órætt, mær hevur verið fyri og sum tann, ið gjørdi órættin, av øllum alvi roynir at krúpa undan.

Yvirskriftin rann fram fyri meg, sum eg setti meg at lesa lesarabrævið frá kringvarpsleiðsluni, brævið kann lesast á VP.FO.

Her gloppar leiðslan dyrnar fyri einari møguligari orsøk til at Public Service stovnurin tvær ferðir í farnu viku legði mær orð í munn, sum eg als ikki havi sagt.

Leiðslan lancerar eitt fyri mær ókent fyribrygdi: at yvirskriftin kann hava verið strammað!

Her tykist svarið til spurning mín at hómast, og kanska síggja vit tað enn klárari, tá leiðslan vónandi grípur í egnan barm, gevst við uttanumtosinum og svarar spurninginum.

Spurningunum um, hví eg ikki varð spurdur teir spurningar, sum kundu givið grundarlagið fyri yvirskrift teirra - men aðrar.

Var tað kanska tí at tey ikki vóru vís í at fáa eitt svar, sum kundi grundgivið yvirskriftina?

Tíverri ja, eftir øllum at døma.

Fyri meg snýr tað seg ikki um eitt stríð um eina yvirskrift, sum leiðslan so hástór endar lesarabrævið við.

Fyri meg snýr tað seg um at fáa rætta ein órætt, mær hevur verið fyri og sum tann, ið gjørdi órættin, av øllum alvi roynir at krúpa undan.

So mikið burdu væl lærd fólk vita, at tú einki tapir við at viðganga feilir, tvørturímóti.

At krúpa undan og ikki vilja viðganga mistøk hevur ongantíð ført nakað gott við sær.

Nakni veruleikin er, at Kringvarpið skuldsetur meg fyri at hava sagt:

* at Donald Trump hevur sama virðisgrundarlag sum sitandi samgonga

* at Donald Trump umboðar virðisgrundarlagið hjá samgonguni

* og at føroyski uttanríkisráðharrin vónar, at tað verður Donald Trump, sum endar sum sigurðsharri

Onki, onki av hesum havi eg sagt!!!

Um Kringvarpið ynskti meting mína av forsetavalevnunum báðum, hví varð so ikki spurt um hana?

Hví varð ikki spurt beinleiðis við nøvnum ella presidentheiti um, hvønn eg ynskti valdan?

Tað hevði ikki staðið á at fingið svar, men so hevði kanska verði neyðugt at broytt ikki bert yvirskriftina, sum kanska var gjørd áðrenn (?), men eisini tað strammaðu, hana sum kvaldi sannleikan.

Og omaná alt hevði søgan um stríð í samgonguni tá verði virðisleys.

Jenis av Rana

Tíðindi

16. oktober 2025
Quo Vadis, Domine 
Hvat hevði Meistarin svarað?
3. oktober 2025
Um eftirskúlarnar Brúgvin og Føroya Eftirskúli á Tvøroyri 
Spurningar, áheitanir og viðmerkingar til Fíggjarlógaruppskotið 2025
30. september 2025
Lítla barn. Gævi tín bústaður var tann tryggasti á jørð.
19. september 2025
 Kvf, Galaxy og hamas
15. september 2025
Jenis spyr Jóhan um suðuroyarleiðina
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini